Í-drátti: Nýggj ítróttarsending í sjónvarpinum

Í kvøld byrjar nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum

Í kvøld byrjar nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum, nevnd Í-drátti. Kend ítróttarfólk úr føroyska ítróttarheiminum fara at kappast. Kappingin fevnir um nógvar ítróttargreinar og er ætlað einum breiðum hyggjaraskara.

 

- Umframt at vera spurnakapping, lýsir hendan sendingin eisini væl føroysku ítróttarsøguna. Vit lagt okkum eftir at fara víða um í ítróttargreinum, og luttakandi ítróttarfólkini umboða eisini fleiri enn tjúgu ítróttargreinar, sigur Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum og vertur í sendingini.

 

Hóast talan er um hugnaliga sending, ið ætlað einum breiðum hyggjaraskara, so er talan um luttakarar, sum vilja vinna.

 

- Tað er hugaligt at hava fleiri av okkara fremstu ítróttarfólkum við, tí júst sum tá tey fara á ítróttarvøllin, so hava tey eisini vinnaraviljan við sær í hesa kappingina. Tey vilja vinna, og soleiðis skal tað verða, sigur Leivur Frederiksen.

 

Hetta eru liðini

Rennarin, Hallur Holm er liðskipari á liði A. Hann hevur hesaferð mannað liðið hjá sær við Gudmundi Joensen, sum vit kenna úr triathlon, og rógvaranum, Svein Rógva Ljósstein Nielsen.

 

Rógvarin, Ludvík við Stein, er liðskipari á liði B. Hann hevur mannað sítt lið við dartspælaranum, Kristian Joensen, og tennisspælaranum, Martin Nolsøe Simonsen.

 

Fyrsta sending av tíggju verður send í kvøld, 24.februar, klokkan 19.20.