Dráttur hevur beina FM-kós

Oddaliðið kom heilskalað úr tveimum sera truplum dystum um vikuskiftið, og nú er sera trupult at síggja, hvør skal steðga teimum í FM-stríðnum

Flogbóltur

Oddurin kann knekka skrivaðu vit undan vikuskiftinum, og tað var júst hetta, sum hendi, tá Dráttur tvær ferðir hetta vikuskiftið fekk fulla úrtøku. At SÍ so eisini tapti sín dyst á heimavølli móti TB, gjørdi bara støðuna hjá Drátti enn hugaligari.

Móti ÍF leygardagin stóð annars sera nógv á hjá Drátti, sum mátti síggja gestirnar fara avstað við teimum báðum fyrstu settunum. ÍF megnaði sera væl at leggja trýst á Drátt, sum hevði ilt við at fáa móttøkurnar at koyra nóg væl, og alt bendi á, at FM-stríðið aftur skuldi blásast víðopið.
Er tað nakað, sum hevur eyðkent liðið hjá Drátti í ár, so er tað tó, at liðið er sera væl fyri. Bæði sálar- og kropsliga.
Í triða settinum fingu tær av álvara fatur um dystin. Tá móttøkurnar fingust í rættlag, eydnaðist eisini at leggja trýst á mótstøðuna, og hóast tær framvegis lógu undir, so koppaði sálarliga javnvágin í dystinum. ÍF var nær við bæði tey seinastu settini, men í báðum førunum var heimaliðið akkurát stinnari, og so kundi Dráttur við góðum treysti leggja leiðina móti Trongisvági til dystin sunnudagin.
Og heldur ikki her vóru tær á oddaliðnum at steðga. TB legði annars bragdliga fyri og snøgt sagt knústi Drátt av fyrsta settið, men aftur sýndu vágakvinnurnar stórt sjálvsálit. Tær megnaðu fullkomuliga at venda dystinum, og tó at settini hvør sær vóru spennandi, so noyddist TB at enda at geva skravin yvir. Soleiðis er Dráttur sjey stig undan næsta liðnum, nú tær hava sjey dystir efti at spæla. Gaman í hevur SÍ enn ein dyst til góðar, men munurin er somikið stórur, at tað skal vilja sera illa til, um Dráttur ikki skal standa við stóra steypinum, tá kappingarárið er av.

Hart silvurstríð
Dysturin um silvurið harðnaði tó nakað nógv hetta vikuskiftið. Leygardagin hevði TB verið í Sørvági, og her eydnaðist teimum at taka stigini við sær. TB var væl betri á degnum, og tó at heimaliðið royndi at gera ein vørr, so megnaðu tær ikki veruliga at venda gongdini.
Enn er SÍ tó á øðrum plássi, men dysturin móti ÍF fer nú at líkjast einum veruligum lykladysti. Vinnur ÍF hendan, so verða bara eitt stig millum nummar tvey og fýra, og so verður av álvara spennandi at vita, hvør hevur bestu nervarnar í endaspurtinum.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Mjølnir við tryggum sigri á KÍF mest sum syrgdi fyri, at tað aftur í ár verða kollfjarðakvinnurnar, sum skulu spæla um sessin í deildini.