flogbóltur
Ein dystur í meistaradeildini hjá kvinnum varð leiktur í gjárkvøldið. Hetta var á Giljanesi, har Drátur hevði vitjan av ÍF.
Seinasta vikuskiftið vann Dráttur útidystin á júst ÍF, og ein endurtøka av sigrinum vildi lyft Drátt næstan upp undir liðina á oddaliðunum báðum, TB og Mjølnir.
Men hvussu var og ikki, so eydnaðist hetta ikki. ÍF vann nevnliga dystin 3-1, og tó at tað ikki flutti tær av 5. plássinum í deildini, so eru tær nú bert tvey stig aftan fyri Dráttur og KÍF, sum eru ájavnar í triðja plássinum.