Dráttur skal hanga í oddinum

Leygardagin verður ein dystur á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum.

Tá tekur Dráttur ímóti KÍF. Undan dystinum liggur Dráttur á triðja plássi, meðan KÍF er at finna á fimta plássi. Dysturin er serliga týdningarmikil fyri Drátt, sum skal roynaat hanga í hinum báðum oddaliðnum. Hjá KÍF sær longu rættiliga svart út at røkka heiðursmerkjunum, og tí er Dráttur favorittur undan dystinum. Hesin dysturin er samstundis ein aðalroynd til steypafinaluna hjá kvinnum, har júst hesi bæði liðini bresta saman tann 17. februar.