Dráttur snávaði ímóti KÍF

Kvinurnar hjá Drátti kundi tikið ein týðandi stig ímóti gullinum í meistaradeildini í flogbólti, men liðið tapti púra óvæntað ímóti botnliðnum KÍF í gjárkvøldið

Dráttur hevur verið suverent lið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti. Liðið liggur langt á odda, og tað hevur bara verið spurningur um dagar, áðrenn liðið tryggjaði sær FM-heitið.
Mikukvøldið kundi liðið taka eitt avgerandi stig fram ímóti FM-heitinum, men Dráttur snávaði í dystinum ímóti KÍF.
Kvinnurnar úr Kollafirði vunnu nevniliga dystin í Hoyvíkshøllini 3-1. KÍF vann fyrsta sett 25-21, og síðani vann Dráttur 25-18. Men tey, sum hildu at oddaliðið hevði vent dystinum fóru skeiv, tí KÍF vann næstu settini 27-25 og 25-12.

Ein feril av spenningi
Nú má Dráttur útseta vissuna um FM-heitið. Dráttur er seks stig frammanfyri TB, men TB hevur spælt ein dyst færri, og vinna kvinnurnar av Tvøroyri hendan dystin, kunnu tær minka um munin niður í fýra stig áðrenn tríggjar teir seinastu dystirnar.
Tað skal framvegis nógv til at koppa Drátti, men við óvæntaða úrslitinum mikukvøldið er eitt lítið vet av spenningi komið í kappingina aftur.