Dráttur vann finaluna
Kvinnufinalan í Føroya Banka-kappingini um vikuskiftið endaði við, at Dráttur vann á Fleyr, men enn er ikki greitt, hvat av liðunum kemur í steypafinaluna. Dráttur og Fleyr skulu aftur spæla mikukvøldið, áðrenn tað er avgjørt
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Men Dráttur kom víðari úr bólkaspælinum og megnaði so at vinna 2-0 á TB í hálvfinaluni, sum kanska var eitt tað mest óvæntaða úrslitið av øllum. Og tá tað bar til, so kundi sjálvandi alt bera til í sjálvari finaluni. Tað skuldi eisini vísa seg, at so var.
Fleyr hevði vunnið FK-kappingina fyrr í heyst, so tí var ein sigur í finaluni í gjár nóg mikið til at fáa sæti í steypafinaluni. Fleyr vann seg víðari úr bólkaspælinum við tveimum sigrum og tapi fyri TB, ið leingi sá út til at vera favorittur, men ikki rakk á mál. Tá so Fleyr í hálvfinaluni vann 2-1 á Mjølnir, sá veruliga ljóst út hjá havnarkvinnunum undan finaluni.
<o:p> </o:p>
Dráttur-Fleyr 3-1<o:p></o:p>
(22-25, 25-22, 25-20, 25-16)<o:p></o:p>
Hóast Dráttur legði fyri sum eitt óløgi og var á odda mestsum allan vegin og enntá so seint sum 21-17, gjørdist tað Fleyr, sum megnaði at koma sterkt aftur og vinna fyrsta settið í finaluni. Men sum spælið hevði gingið í fyrsta settinum, var alt púra opið enn.
Í øðrum setti kom Fleyr betur frá byrjan, hóast tað ongantíð gjørdist tann stóri munurin á liðunum. Leingi leikaði javnt á, men av tí at Fleyr ímóti endanum alla tíðina var liðið, sum var tað fyrra at leggja seg á odda, áðrenn Dráttur fekk javnað, lá tað líkasum til Fleyr. Men tá hevarin hjá Drátti, Maja Popovic, snýtti Fleyr og smasjaði í gólvið til 22-22, var liðugt hjá Fleyr, ið einki stig fekk aftrat í settinum.
Í triðja setti var uppaftur javnari, og nú fylgdust liðini alla tíðina. Serliga byrjanin var stuttligt at síggja, tí tá vóru langar duellir og kampur um hvønn bólt, so tú skuldi trúð, at hetta var eitt fimta sett. Her var Fleyr á odda so seint sum 21-19, men allíkavæl fekk Dráttur sloppið sær framvið og vunnið.
Nú var Dráttur frammanfyri 2-1, so í fjórða settinum ráddi veruliga um hjá Fleyr at koma afturíaftur, men tað eydnaðist ongantíð. Hinvegin var tað Dráttur, sum streyk avstað og eitt skifti var á odda 15-5. So kom stígur í eina løtu og Fleyr slapp at nærkast, men nærri enn fýra stig kom Fleyr ikki, og tí kundi Dráttur stinga av við sigrinum og somuleiðis gullinum í Føroya Banka-kappingini.