Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan dagin skipar Føroyahúsið í Keypmannahavn og LGBT, ið er ein felagsskapur fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, fyri stórum tiltaki, har eitt nú danski mentamálaráðharrin Uffe Elbæk heldur røðu. Eisini verður kjak um støðu teirra samkyndu í samfelagnum, har ymiskir gestir luttaka. Tiltakið ber heitið LGBT Out Night.
Seinni um kvøldið verða tónleikaframførslur við eitt nú kenda sangbólkinum Schwanzen Sanger Knaben, duoini der B?ro, eisini er cocktailbar og dragshow á skránni. Fulla skráin er hendan:
Kl. 18.00 Dyrnar lata upp og fiskasuppa verður til sølu.
Kl. 19.00 Ólavur Eysturdal bjóðar vælkomin
Kulturministarin Uffe Elbæk heldur røðu
Eiler Fagraklett sigur frá arbeiðinum hjá felagnum LGBT
Sofaprát verður eisini á skránni. Vertur verður Sissal Kampmann, og gestir verða Bogi Davidsen, Súsanna og Kristina Maria Danielsen Eliasen og Eiler Fagraklett
Kl. 22.00 DJ Brynjolfur
Kl. 23.00 Schwanzen Sanger Knaben
Kl. 24.00 Dennis Agerblad Band - Dragshow
Kl. 01.00 der Büro
Kl. 03.00 Tiltakið endar
LGBT er altjóða felagsskapur, sum í 2011 stovnaði deild í Føroyum. Bókstavirnir standa fyri Lesbian, Gay, Bisexual & Transgender, sum eru teir minnilutarnir, hvørs rættindi, felagsskapurin virkar fyri.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.