Dramatiskur Chelsea-sigur

Didir Drogba var maðurin, sum við tveimum málum søkti Arsenal. Men Carling Cup finalan verður eins nógv mint fyri tríggjar útvísingar og ein ógvusligan tilburð, sum sendi John Terry á sjúkrahús

Fótbóltur

Hóast Arsenal legði best fyri, var tað Chelsea, ið vann Carling Cup steypafinaluna, men sigurin var dýrt vunnin. Liðskiparin John Terry varð borin av vøllinum uttan vit.
Arsenal legði seg á odda við máli frá Theo Walcott tíðliga í dystinum, men Chelsea og Drogba vildu tó ikki gevast. Ivorianarin fekk skjótt javnvág í roknskapin, og við seks minuttum eftir av vanligu leiktíðini var hann eisini maðurin, sum avgjørdi dystin.

Dramatikkur og óhugni
Tað eru tó tvær hendingar, sum verða hangandi í minninum, tá tosað verður um dystin.
Fyrra av hesum var, tá Chelsea-liðskiparin, John Terry, tíðliga í sienna hálvleiki kom heilt illa fyri. Eftir hornaspark tveitti Terry seg fram í royndini at stúta bóltin, men samstundis royndi Diabi at flukta bóltin burtur. Úrslitið gjørdist eitt ógvusligt spark í høvdið á Terry, sum púrasta lívleysur small niður. Við iltmasku og kraga varð hann fluttur í sjúkrabil, og mong mundu draga andan lættari, tá tað seinni um kvøldið hoyrdir, at hann – tveir tímar seinkaður – kortini fann vegin fram til Chelsea-veitsluna.
Og so gjørdist endin av dystinum annars rokmikil. Steðgurin eftir Terry-tilburðin var langur, og tí vórðu ikki færri enn 12 minuttir lagdir afturat vanligu leiktíðini. Í hesi fingu ikki færri enn tríggir spælarar reytt kort, eftir at Kolo Touré og Jon Obi Michel komu til ilnar. Endin varð, at teir báðir saman við Adebayor hjá Arsenal vórðu riknir av vølli, og tað kundi eingin teirra mótmæla nakað serligt.