Dramatiskur sigur til Brasilia

Brasilia byrjaði dystin ímóti Fílabeinsstrondini væl og eftir 25 minuttir kundi Luis Fabiano, við einum dundurskoti, leggja Brasilia á odda. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik økti sami Luis Fabiano til 2-0, áðrenn Elano skoraði til 3-0, men kom dramatikkur í dystin.

 

Løtu eftir at hava skorað, bleiv Elano skaddur og mátti berast av vøllinum. Tíggju minuttir fyri tíð minkaði Didier Drogba um munin fyri Fílabeinsstrondina til 3-1 og lív kom í dystin. Spælið var hart hesa løtuna og menn vóru heitir. Tað endaði við, at Kaka seinastu minuttirnar fekk tvey gul kort og harvið reytt kort. Fleiri ferðir máttu leikarar skiljast, so teir ikki fóru til hendurs.

 

Brasilia er nú víðari í bólki G, sum umframt Fílabeinsstrondina telur Norðurkorea og Portugal. Portugal kann framvegis gerast nummar eitt í bólkinum um teir vinna á Noðurkorea í morgin.