Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á veg til toppfundin millum ríkis-og stjórnarleiðarar í Evropa

Dramatiskur toppfundur: Útiloka ikki kjarnorku

- Evropa er ført fyri at vinna ein og hvønn hernaðarligan samanbrest við Russland, tí vit eru snøgt sagt sterkari. Russland fer at tapa vápnadubbingina - júst, sum Sovjetsamveldið tapti fyri 40 árum síðan

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á veg til toppfundin millum ríkis-og stjórnarleiðarar í Evropa

í løtuni er ein dramatiskur toppfundur í gongd í Brüssel, og her hevur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, longu sagt, at allir møguleikar skulu á borðið - eisini um møgulig kjarnorkuvápn á danskari jørð.

 

Saman við øðrum ríkis-og stjórnarleiðarum er hon á toppfundinum, har eitt av evnunum er ræðing við kjarnorkuvápnum í Evropa.

 

Sagt verður, at stemningurin er spentur í byrjanini av ES-kreppufundinum, og her eru metnógv tíðindafólk. Tær fyrstu vikurnar av tíðini hjá Donaldi Trump, forseta, liggja sum ein skuggi yvir fundinum.

 

Á veg inn til toppfundin takkar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fyri stuðulin úr Evropa, serliga seinastu vikurnar.

 

- Vit eru ógvuliga takksom fyri, at vit kki standa einsamøll. Hetta eru ikki bara orð. Tað hevur stóran týdning, at tit hava sent eitt sterkt tekin til ukrainska fólkið, til ukrainska herfólkið og til allar okkara familjur, sigur ukrainski forsetin.

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hitti Volodymyr Zelenskyj fyri fundin, og í gjár læt Macron upp fyri møguleikanum at "deila" landsins kjarnorkuvápn við restina av Evropa.

 

Sambært útsagnunum hjá franska forsetanum kunnu fronsk kjarnorkuvápn eisini verja onnur evropeisk lond, og møguleikin er eisini, at fronsk kjarnorkuvápn kunnu veitast øðrum londum í Evropa.

 

Tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, kom til toppfundin, ávvísti hon ikki, at Evropa kann fáa fleiri kjarnorkuvápn, og hon avvísti heldur ikki kjarnorkuvápnum á danskari jørð.

- Hetta er ikki nakað, vit arbeiða við, men tit fáa meg ikki at siga nei til hugskotið. Alt skal á borðið, segði Mette Frederiksen.

 

##med2##

 

Danski forsætisráðharrin legði aftrat, at hetta snýr seg um at verja Evropa og ræða Russland, og hon helt fyri, at kjarnorkuvápn eru ein týðandi partur av at ræða ein fígginda.

 

Eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, brúkti harðar vendingar á veg inn á toppfundin.

 

- Evropa er tilsamans ført fyri at vinna ein og hvønn hernaðarligan samanbrest við Russland, tí vit eru snøgt sagt sterkari. Russland fer at tapa vápnadubbingina - júst, sum Sovjetsamveldið tapti fyri 40 árum síðan, segði Donald Tusk.

 

Lesið eisini her - https://www.tv2.no/nyheter/utenriks/utelukker-ikke-atomvapen/17522315/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á veg til toppfundin millum ríkis-og stjórnarleiðarar í Evropa

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, eru í Brüssel