Drápið gekk bæði skjótt og væl

Allir sandoyingar, og skúvoyingar, fáa í pottin

Fyri eini løtu síðani legði ein grind beinini á Sandi. Hon varð funnin uttan fyri Skúgvoy í morgun og Kristian Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at tað gekk væl at reka hana. Hon varð rikin á Sand, har hon gjørdi landgongd, øll sum hon var, og drápið gekk skjótt.

 

Grindin verður mett at vera einar 80-90 hvalir. Nú skal grindin merkjast og so koma seðlarnir út seinni. Sýslumaðurin væntar, at eftirsum tað er so frægt av grind, verður hon býtt til alla sóknina, ella til sandoyingar og skúvoyingar.