Á løgtingshúsunum í morgun - á øllum fýra síðunum - stendur skrivað við máling "Stong sendistovuna nú!" og "Fyri Hind!"
Lítil ivi er um, hvat liggur aftan fyri orðini "Stong sendistovuna nú!", og her verður ivaleyst sipað til føroysku sendistovuna í Ísrael.
Hinvegin kann tað kanska vera trupult at siga, hvat liggur aftan fyri orðini "Fyri Hind!"
- Eg dugi ikki at siga, hvat tað merkir, men hetta kundi kanska ljóðað politiskt - uttan at eg veit tað, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Síðan vit bóru tíðindini í morgun um herverkið á løgtingshúsini, eru tað lesarar, sum halda seg vita - ella gita - hvat navnið "Hind" sipar til.
Hind Rajab var ein seks ára gomul smágenta, sum fyrr í ár læt lív í Gazageiranum.
Eftir syrgiligu hendingina, sum gentan var partur av, heitti amerikanska uttanríkisráðið á Ísrael um at kanna tilburðin, tá gentan doyði.
Hind Rajab ringdi úr einum bili og bað um hjálp, samstundis sum fleiri í familju hennara lógu deyð rundan um hana.
Hjálpin kom ongantíð, og seinni varð Hind Rajab funnin deyð í Gazabýi.
- Hetta er ein hjartaskerandi og ræðulig søga um hetta barnið, sum eins og onnur børn í túsundatali eru deyð í krígnum í Gazageiranum.
Soleiðis segði ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, Matthew Miller, við tíðindafólk hjá tíðindastovuni, AFP.
Talsmaðurin legði aftrat, at amerikanska uttanríkisráðið hevði heitt á ísraelskar myndugleikar um at kanna hendingina í stundini.
Hvat spurdist burtur úr hesum kanningum, vita vit ikki, men í nátt ella í morgun er "Hind" so endað á øllum fýra síðunum á løgtingshúsunum her heima í Føroyum.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/default-5926fcc968
##med2##