Í einum SV dokumentari á Fox News fer maðurin, sum gjørdi av við Osama bin Laden at greiða frá síðstu minuttunum og deyða al-Qaeda leiðarans.
Amerikanski elitu hermaðurin, sum í 2011 skjeyt og drap heimsins tá mest eftirsøkta mann, Osama bin Laden, fer í einum nýggjum SV dokumentari at standa fram og avdúka sínidentitet, sigur Fox News, sum fer at senda dokumentarin komandi mánað.
Í »The Man who Killed Osama bin Laden«, sum er heitið á sendingini, fer hermaðurin, sum var ein partur av sereindini, Navy Seals Team Six, at siga frá sinum luti í átakinum.
Navy Seal hermaðurin fer at »deila sina søgu um at vera partur av serdeildini í USA, og fer at greiða frá sínum parti av Operation Neptune Spear; átakinum, sum gjørdi av við bin Laden«, skrivar Fox News í einum tíðindaskrivi.
Smálutir fara at koma fram, sum ongantíð áður hava verið frammi, har ímillum upplivingin hjá hermanninum at møta bin Laden, frágreiðingin um síðstu løtuna hjá terroristinum, og um hvat hendi, tá bin Laden andaði fyri seinastu ferð, verður víðari sagt.
Osama bin Laden, grundleggjarin av al-Qaeda og heilin handan álopið á USA 11. september 201, varð dripin 2. mai 2011 í einari loyndarfullari atferð av serdeildum frá US Navy Seals.
bin Laden var i einum múrgyrdum húsum í býnum Abbottabad í Pakistan, men við hjálp av millum øðrum serbygdum tyrlum eydnaðist amerikumonnunum at gjøgnumføra álopið í stórt sæð loynidomi.
Líkið av Osama bin Laden var seinni tveitt í havið.
Álopið var framman undan góðkent av amerikanska forsetanum, Barack Obama, eftir at CIA hevði funnið fram til, hvar bin Laden goymdi seg.
SV dokumentarurin verður vístur í tveimum pørtum 11. og 12. november, upplýsir Fox News.