Í kvøld kl. 22.30 vera ?Dreingirnir frá Angora? aftur á skerminum á DR2. Nógv hevur verið tosað um eitt comeback frá dreingjunum og í kvøld verður hetta so endiliga veruleiki. Nýggju sendingarnir frá dreingjunum vera á skránni fýra ferð um vikuna á DR2 í 10 vikur.
Hóast teir tríggir Angora-dreingirnir, Esben Pretzmann, Simon Kvamm og Rune Tolsgaard, halda fast við at nýggja sendingin ?Angora by Night? enn verður í sama anda sum áður, so eru fleiri kend andlit, vit als ikki skulu rokna við at síggja aftur. Henrik Solgaard og Henrik Primdahl frá Team EasyOn vera undir øllum umstøðum ikki partur av nýggju sendingini.
Sendingin verður uppbygd sum eitt talkshow, har teir tríggir skiftast um at vera vertar.
Sjálvir siga teir við ekstrabladet.dk, at teir gleða seg til at koma í gongd aftur við at gera nýggjar sendingar og teir meta, at hetta verður ein nýggj og spennandi avbjóðing hjá teimum.