Dreingirnir taptu stórt í Bukarest

Venjarin heldur ikki, at hann kann lasta spælarunum fyri, at teir ikki royndu tað, sum teir kundu, tá teir taptu 8?0 ímóti Rumenia

U-17 EM UNDANKAPPING

Bill Jacobsen, venjari hjá u-17 landsliðnum, hevur síðani í fyrrakvøldið havt ein stóran setning. Hesin hevur verið at royna at lyfta føroyska liðið, sum er í rumenska høvuðsstaðnum Bukarest, upp og harvið at fyrireika teir til næstu uppgávuna, sum er á skránni í kvøld. Tá skal føroyska liðið spæla ímóti Eysturríki.
At uppgávan hjá venjaranum og spælarunum er stór, er einki at ivast í. Teir vóru í sonnum ódnarveðrið mánakvøldið, og sárini, sum teir fingu ímóti rumensku vertunum, er tað ikki bara sum at siga tað at lekja.
Rumenia vann 8?0, eftir at teir í fyrra umfarinum høvdu verið frammanfyri 2?0. Málini í 1. hálvleiki komu í 16. og 31. minutti. Hvør hálvleikurin er 40 minuttir, og eftir steðgin skoraði Rumenia í 50., 52., 57., 59., 60. og 63. minutti.
Føroyska liðið legði fyri í 1?4?4?1 uppstilling, men tá fyrra umfarið var næstan liðugt, løgdu teir um til meiri 4?4?2. Tað gekk als ikki, og síðstu tjúgu minuttirnar løgdu teir um aftur til tað, sum teir vóru byrjaðir við.
? Vit vórðu regulert avhølvaðir. Tá vit í summar vóru við í NM kappingini í Svøríki taptu vit 4?0 bæði ímóti Noregi og Onglandi. Serliga Ongland spældi væl. Men teir vóru ikki á tí støði, sum Rumenia vísti mánakvøldið, sigur Bill Jacobsen úr Bukarest.
? Teir spældu typiskt eystureuropeiskt. Teir vóru góðir við bóltinum, og teir spældu bóltin skjótt ímillum sín.
Men tølini boða ikki frá, at avrikð hjá tínum monnum hevur verið nakað serligt?
? Fyrstu lítlu løtuna sá tað ikki so illa út. Páll M. Joensen var einsamallur á toppinum. Tvær ferðir fór hann sjálvur og hevði góðar royndir. Eftir at teir høvdu skorað málini í 1. hálvleiki tóktist tað, sum um okkara fótaðu sær leikliga. Tá broyttu vit til 4?4?2. Men gongdin fyrrapartin av seinna umfarinum vísti, at tað vóru vit ikki førir fyri. Tað gjørdist alt ov tunnt í verjuni, og mótstøðumenninir komu aftur og aftur ígjøgnum á miðásinum. Hugburðinum bilti einki, men bitin var alt ov stórur.
Bill Jacobsen sigur, at tað kom stak illa við, tá verjuálitið, Poul N. Poulsen úr VB, mikukvøldið varð so mikið illa skaddur, at hann ikki kundi fara við til Rumenia. Í síðsta landskappingardystinum, sum meistararnir úr VB spældu ímóti HB ? havnarmenninir vunnu 5?1 ? varð Poul knæskaddur. Teir vóru bangnir fyri, at talan var um liðbandsskaða.

Nýggjar avbjóðingar
Í kvøld fer føroyska liðið at spæla ímóti Eysturríki, og fríggjadagin verður mótstøðuliðið Makedonia. Mánakvøldið vann Eysturríki 2?0 ímóti Makedonia,
? Vit sóu ein part av tí dystinum, og vit fingu staðfest, at tað verður torført mikukvøldið. Makedonia tykist ikki at vera eins væl fyri, sum hini bæði liðini eru. Men avbjóðingin verður heilt víst sera stór hjá okkum, heldur venjarin.
Føroyska liðið sá soleiðis út mánakvøldið ímóti Rumenia: Gunnar Nielsen, Frem ? Fritleif í Lambanum, ÍF ? Allan Tungá, OB (Steffan Kalsø, KÍ, 38.), Jústinus H. Hansen, NSÍ (Borgar Kristiansen, Skála, 66.), Jónas Þór Næs, Frem, Svenn D. Jacobsen, HB (Jón Jacobsen, KÍ, 66.) ? Bogi Hermansen, Frem, Emil Nolsøe Leifsson, liðformaður, Frem, Mikkjal T. Hentze, B71, Ovi Magnussen, B68 ? Páll M. Joensen, HB.
Tað er rættuligt heystarveður í Bukarest ? vindur, regn og hitastigini eru ikki fleiri enn fimm.