Drekakvinnurnar vunnu fyri fyrstu ferð

5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra var favorittur, men tær úr Klaksvík endaðu bæði aftanfyri Drekan og Firvald

Tað vendi heilt øðrvísi í dag, enn tað undanfarnu ferðirnar hevur gjørt í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

 

Higartil í ár hevur Fípan Fagra úr Klaksvík verið suveren. Síðsta leygardag var tað tó heilt øðrvísi, tí tá var tað Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri úr Havn, sum vann. Tað var við manningini, sum undanfarnu ferðirnar og aftur í dag vann kappingina millum 6-mannafør. Tað var við Jarnbardi.

 

Í dag var tað gula Tjaldrið, sum fleyg avstað. Tjaldrið misti tó flogið, og so vóru tað aðrir, sum bjóðaðu av. Tað vóru tó ikki favorittarnir úr Klaksvík, sum løgdu seg á odda og vunnu. Heldur enn FM favoritturin Fípan Fagra var tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum legði seg á odda, og Firvaldur av Tvøroyri var eisini drúgvari í endaspurtinum, enn Fípan Fagra var.

 

Hetta var fyrsti sigurin hjá Drekanum í ár. Frá Drekanum og aftur til Firvald vár tað meiri enn ein hálv bátslong, meðan tað var rættiliga tætt millum Firvald og Fípuna Førgru. Tjaldrið endaði á fjórða plássi.

 

 

 

##med2##