Argja Róðrarfelag eigur nógvar stoltar sigrar og harvið FM heiti. Av góðum grundum hevur felagið ongantíð vunnið FM í kappingini millum 10-mannaførini. Men nú er fyrsta FM heitið í kappingini millum størstu snekkjurnar ikki langt burtur.
Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER
Í kappingini millum 10-mannaførini á jóansøku á Vágsfirði í dag vann Drekin Reyði fjórða sigurin í ár. Á norðoyastevnu var tað í tættari kapping við klaksvíkingar. Síðani hevur tað verið við sera sannførandi sigrum, og soleiðis var tað aftur í dag. Tá ið reyði báturin fór um málið, vóru hinir einar triggjar bátslongdir ella so burtur frá málinum.
Hesa ferð vann Eysturoyingur tættu kappingina um næstfremsta plássið ímóti Havnarbátinum.
Nú eru tað seks stig frá Drekanum Reyða og aftur til Havnarbátin. Tí er tað ikki ein spurningur, um argjamenn fara at vinna FM, men heldur er spurningurin, nær FM heitið verður staðfest.
1 | Drekin Reyði | 04:29.09 | ||
2 | Eysturoyingur | 04:38.02 | ||
3 | Havnarbáturin | 04:38.24 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 04:46.13 |
1 | Drekin Reyði | 28 | ||
2 | Havnarbáturin | 22 | ||
3 | Eysturoyingur | 18 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 17 | ||
5 | Klaksvíkingur | 6 |