Havfrúgvin er nýggj, og vestmannadreingir eru óførir at rógva. Hetta eru veruleikar, sum hava havt við sær, at eingin hevur staðið Havfrúnni kurl, hvørki á norðoyastevnu ella á Sundalagsstevnuni.
Báran, Kollur og Drekin royndu at fylgja við fyrstu løtuna, men tað var so skjótt, at tað gjørdist greitt, at kappingin millum hesar bátarnar fór at standa um, hvør skuldi eiga næstfremsta plássið og harvið fimm stig. Oddasessin og harvið tey sjey stigini var lítil kapping um, tí Havfrúgvin róði væl, og tá teir nærkaðust málinum, høvdu vestmannadreingir avlopskreftir, soleiðis at teir runnu frá hinum og vóru meiri enn tvær bátslongdir fremstir, tá teir komu á mál.
Kollfjarðardreingir endurtóku annað plássið frá norðoyastevnuróðrinum, og tað var í harðari kapping við Báruna. Báturin hjá róðrarfelagnum í Hvalvík-Streymnesi kom á mál bara ein lítlan skut aftanfyri Koll, og so var ein lítil bátslongd aftur til Royndina Fríðu, Blik og Tjaldrið, sum komu á mál í einum stórum klumpi.
Burturdømdir
Sammett við so nógv onnur ár, so hevur tað higartil í ár ikki vignast serliga væl hjá Havnar Róðrarfelag, og leygardagin skrivaði ein av manningunum hjá felagnum seg inn í róðrarsøguna upp á ein máta, sum hvørki manningin sjálv ella sigursvanda felagið brýggjar seg um.
Á aðalfundinum hja RSF í fjør varð reglugerð fyri ávaringar- og burturvísingarskipan samtykt. Tað er upp til høvuðsdómaran at gera av, nær hann heldur tað vera neyðugt at geva kortini, sum verða víst við at gult og reytt flagg verður vundið á stong, og leygardagin kendu teir umborð á Drekanum sviðan av hesum.
Dreingirnir á Drekanum vóru við í kappingini um næstfremsta plássið, tá teir komu á mál, men tá vóru teir longu greiðir yvir, at teirra úrslit fór ikki at telja við.
? Trupulleikin var, at báturin helt seg ikki til tað økið, sum hann átti at rógva í. Eg gjørdi fleiri ferðir vart við, at báturin gekk ov nógv í bakborð ella »úteftir«, sum var orðið, ið eg nýtti í øllum róðrunum, men Drekin fór fleiri ferðir av leið, og so fingu teir fyrst gula kortið, og tá tað eftir aðrar ávaringar ikki hjálpti, vóru vit út frá reglunum, ið vórðu samtyktar á aðalfundinum, noyddir at geva teimum reyða kortið, sigur Arnbjørn Madsen, sum var høvuðsdómari í Hósvík.
Munurin frá Havfrúnni og aftur til Koll, sum var næstur á mál, var næstan seks sekund, og tað er nógv í kappingini millum dreingjabátarnar, men tað er ikki torført at ímynda sær, at um Drekin ikki hevði havt so stórar trupulleikar av at stýra beint, so høvdu teir havt møguleika fyri at geva vestmannadreingjum størri kapping, enn teir umborð á Havfrúnni fingu frá nøkrum øðrum.
At Drekin fekk reytt kort í Hósvík vil kortini ikki siga, at hann ikki sleppur at taka lut í næstu kapping, sum verður á Tvøroyri komandi leygardag. Avleiðingina kendu teir beinanvegin, nevniliga at teir einki stig fingu burturúr at koma á mál millum teir næstfremstu.
Manningin umborð á Drekanum hevur ikki serliga nógvar royndir, og tað er einki at ivast í, at teir fara at gera sær serligan ómak at stýra beint, tá teir fara á jóansøku.
Vit frætta annars, at nógvar av manningunum kendu tað torført at stýra á sundalagsstevnuni, ikki tí at róðrarøkið ikki var væl merkt, men heldur tí at skapi av landinum »snýtti«, sum teir taka til, og hetta hevði við sær, at bátarnir høvdu lyndi til at draga út frá streymoyarlandinum.