Drekk øl, hoyr Teit ókeypis og stuðla sýriskum flóttarfólkabørnum. Hetta ber til í morgin í Keypmannahavn.
Eitt tiltak verður í "Kødbyen" í morgin. Tiltakið nevnist WarPigs og har spælir Teitur. Til ber at hoyra føroyska tónleikaran, uttan at gjalda eina krónu fyri tað, men treytin er, at ein keypir nýggju ølina HELP, sum Mikkeller letur síggja dagsins ljós í morgin.
Við at keypa nýggju ølina, stuðlar ein Dansk Flygtningehjælp og arbeiðinum við børnum. Hugskotið kom eftir at Aftonbladet hevði myndarøð, ið vísti børn úr krígsherjaðum økjum. Tá settu bryggjaríið Mikkeller og Dansk Flygtningehjælp seg saman, og úrslitið er tiltakið í morgin og nýggja ølin.
WarPigs verður í annaðkvøld í Kødbyen klokkan 19:30.