Dreyarin Wenselaus Debes fekk krígspensjón frá krígnum 1848-50

Tey eru nógv, sum hava hoyrt um dreyaran Wenselaus Marius Debes (1828-1914), men tey eru fá, sum vita nakað serligt um hann. Men vit hava so ein part av hansara søgu

Wenselaus var sonur Hans Hansen Debes (1768-1840) og Elsu Ber­gittu Hammers­haimb (1786-1851). Hans var føddur í Sandavági, og hann gjørdist sakførari og um­­sjónarmaður við handil­in í Havn. Tey bæði giftust 19. apríl 1803 í Havnar kirkju.
Tey fingu 10 børn og Wensel, sum hann varð kallaður, var yngstur av teimum.
Wensel lærdi til “kunst­drejer” í Danmark. Hann var liðugur í 1847. Àðrenn hann kom kom aftur í 1850 var hann við í trýára­krígn­um (1848-1850) millum Danmark og Týskland. Tað vóru fleiri føroyingar, sum luttóku í hesum kríggi. Samb. lóg frá 1906 fekk hann “tillagt som livsvarig aarlig Hædersgave for del­tagelse i Kampene for Fædre­landet i Aarene 1848-50 et hundrede Kroner.”
Heimkomin fór Wensel at arbeiða sum dreyari, og hann gjørdi alt dreyara­arbeiðið í Havnar kirkju, tá ið hon varð umvæld í 1865. Ein beiggi hansara Christoffur Nyholm Debes (1815-1856), abbi yrkjaran av sama navni, var eisini dreyari.

Var eisini frisør
Tað er ikki nógv sum er niðurskrivað um dreyaran, men Caroline Heinesen, mamma William, hevur tó hendan stubban:
"Hver fredag aften kom drejer Debes. Han var ungkarl og boede sammen med sin gamle søster (helst Johanna Henrietta (1820-1902), og ham kunne bedstefar ikke rigtig lide. Men han spiste der hver fredag aften og havde god appetit. Vi børn talte, hvor mange skiver, han kunne få ned. Det var gerne 9-10 stk. men det var ham vel undt.
Samme Debes var også frisør og klippede håret af os alle. Han boede i et hus som blev kaldt á Dunga, og stod der, hvor Kletts hus nu er på Bryggebakken. Hans søster var noget af det morsomste, man kunne tænke sig og så elskværdig. Hun talte hver anden sætn­ing på dansk og hver anden på færøsk. Hun var lille og spinkel med en rigtig Debes profil, stor vel­dannet kroget næse. Hun var altid helt stiv af skørter. Hun havde vist en bunke på, men var så sirlig og pæn. Engang var der komm­et en mus i køkken­et, og de var jo bange for den. Så råbte hun i sin nød: ”Wentzel Baggi, Wentzel Baggi, kom med kloven! Kom med kloven!” Jeg blev af og til sendt ned til dem for at bede om et stykke peberrod, som voks­ede i deres have, men for at komme ud i haven måtte man gå igenem en lille gang, hvor loftet var falde­færdigt, så vi måtte altid løbe, for at loftet ikke skulle styrte ned over os.”

Var ríkmaður
Wenselaus var væl fyri fíggjarliga, tá ið hann doyði. Uppgerðin í skifti­num hjá honum vísir eina ogn uppá um kr. 32.000, sum hevur verið ein risa­upphædd tá í tíðini. Hann hevur eisini spekulerað eitt sindur. Ein partur av ognini var obligatiónir.
Annars hevði hann pening í Føroya Sparikassa og danska Bikuben. Har hevur hann verið limur í einum “Alderdoms­for­sørg­el­seskasse”, sum má sigast at hava verið sera fram­skygt tá í tíðini.
Men hann hevði eisini kr. 6.069 standandi i handli­num hjá M.C. Restorff. Í skiftinum er ein áhugaverd kontobók, sum eins og í eini bankabók frá 1870 vísir, hvat ið er sett inn við tilskrivaðum rentum, sum vóru 5% p.a.

Legatið
Wensel hevði ongar lívsar­vingar, so hann gjørdi testa­menti, sum er sera útgrein­að og hevur fyri­byrgt, at tað skuldi verða nakar klandur um arvin.
Hann ásetti, at alt, sum hann átti, skuldi fara til eitt legat. Húsini skuldu býtast uppí tvær “friboliger”, har tað ikki skuldi gjaldast leigu.
Tann peningur, hann átti, skuldi fara til innrætting av hesum íbúðum. Renturnar av peningaognini skuldu fara til eina hóskandi samsýning til “Bestyrelsen for Friboligen”.
Ásett var, at “Bestyrelsen for Ejendommen og Legat­et, der skal føre Navnet “Wenselaus Marius Debes Legat,” skal bestaa af Land­fogeden og Sogne­præsten i Thorshavn. Denne Bestyr­else skal affatte de nærm­ere Statuter for Legatet over hvilket, der hvert Aar skal aflægges Regnskab til Amt­manden over Færøerne.”
Tey, sum búðu í húsin­um, skuldu umframt fría leigu eisini fáa kr. 100 árliga hvør.
Wensel ásetti eisini, at so leingi hansara bróðurdóttir Adda Cathrine Debes, dóttir Jørgen Frants, livdi, skuldi hon búgva í húsinum.
Maria Djurhuus (í Barna­garðinum) greiðir frá, at omma hennara Maria, mamma Viggo Christian­sen, var granni hjá Wensel, og hon plagdi at vera um hann, tá ið hann gjørdist gamal. Hon slapp eisini at búgva í hesum húsum. Hetta varð eisini ásett sum eitt ískoyti til testamentið. Sambandið hevur verið gott, tí Maria minnist eisini, at hon plagdi saman við mammu síni at vera á grøvini hjá Wensel.
Wenselaus hevur havt umsorgan fyri teimum veiku. Hann ásetir, at “berettigede til at faa Fribolig og oppebære Legatbeløb er Enker og Enkemænd samt ugifte Kvinder og Mænd, naar de ere værdige og trængende og ere fyldt 50 Aar. De beholde Friboligen og Legatbeløbet, medmindre de ophøre med at være værdige og trængende.”

Kostnaðurin av at doyggja
Í skiftinum er ein áhuga­verd uppgerð yvir kostn­að­in av eini jarðarferð. Sjálvt tær kirkjuligu veitingarnar kostaðu, sum henda rokn­ing frá Thorshavns Kirke frá 14.5. 1914, dagin eftir jarðarferðina, vísir:
Graveren kr. 3.00
Pælen (til grøvina) kr. 0,50
Ligklæde kr. 0,50
Lys ved Alteret kr. 2,00
Orgel kr. 1,00
Orgelspil kr. 3,00
Kirkeklokkerne kr. 1,00
Klokkeren kr. 2,00
Kirkekonen (vasking) kr. 2,00
Tilsamans kr. 15,00

Tað áhugaverda er, at tað verður ikki bert goldin samsýning til klokkara og urguspælara men eisini fyri nýtsluna av klokku og urgu.
Ervið hevur tó verið bíligt. Tað vóru keypt úti við 50 pund av kjøti frá B.A. Samuelsen fyri kr. 25,53 og kr. 2 vóru goldnar til kókikonu. Prestur fekk kr. 10 fyri gravtalu og jørðákasting. Læknin fekk 10 kr. Samlaðu útreiðsl­ur­nar av jarðarferðini vóru kr. 62,53.
Wensel keypti hjá M.C. Restorff, og tað liggur ein áhugaverd kontobók eftir hann. Dagin fyri jarðar­ferðini eru keyptar 50 sigarir fyri 7 oyru hvørja. Tær munnu hava verið ætlaðar til ervið.

Komandi partur
verður um
Sannu og Poul Kjelnæs bakara