Dreymabólkur á Summar Festivalin

Punkbólkurin The Dreams fer at spæla á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin, sum áður hevur gjørt um seg á MTV, fer at spæla sína hittparadu av føroyskum sangum Hóskvøldið var serlig summarcafé hjá MFS hildin í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn. Har var Summar Festivalurin í miðdeplinum, og millum tað, sum var á skránni, var avdúkingin av einum dreymabólki til Summar Festivalin.

Fyrireikararnir kunngjørdu, at The Dreams skulu spæla Summar Festivalinum í august, og tónleikararnir í The Dreams vóru eisini til staðar og spældu tveir sangir fyri áhoyrarunum.

The Dreams fingu eina rættiliga dreymabyrjan, tá ið bólkurin byrjaði at spæla fyri trimum árum síðani. The Dreams komu við í eina sendirøð hjá MTV, og har kundu teir rættiliga spíla seg út fyri milliónum at hyggjarum kring Europa. Síðani hava The Dreams eisini gjørt um seg her heima.

The Dreams spæla punkrock, og tað gera teir sera sannførandi, og ikki minst eftir at bólkurin gav eina fløgu út, hava teir tríggir í The Dreams verið høgt í metum millum føroyskan ungdóm.

Á útgávuni hjá teimum hava teir gjørt nýggjar punkútgávur av nøkrum av størstu popphittunum í Føroyum. Sangir sum Nummar, Til Allar Vinir og 80?ini eru spældir inn av nýggjum, og tað var gjørt við so hepnari hond, at fløgan var eitt ordans hitt, tá ið hon kom út.

Nú eru The Dreams til reiðar at taka Summar Festivalin við storm, og tað fara teir gera við at spæla sína fantastisku hittparadu av føroyskum sangum.