Dreymadystur av Wright-Philips

Shaun Wright-Philips fekk eitt dreyma comeback, tá hann í gjár spældi aftur fyri gamla felag sítt Manchester City. Seinastu trý árini hevur Wright-Philips mest sitið á beinkinum hjá Chelsea, men er hann aftur í City. Í gjár vann Manchester City 3-0 á útivølli ímóti Sunderland, og Wright-Philips gjørdi ikki mætari enn at skora tvey mál.