Dreymakjansurin hjá Njáli

Kendi føroyingurin í Frelsunarherinum í Oslo, Njál Mackay Djurhuus, er deyður 83 ára gamal. Alt lívið halgaði hann til tey fátæku og veiku

Greinin stóð í Sosialinum 22. oktober 2014. Í sambandi við at Njál Mackay Djurhuus andaðist, endurprenta vit hesa samrøðuna, sum Jón Brian Hvidtfeldt hevði við Njál í Sosialinum fyri sløkum 10 árum síðani

 

– Viðhvørt havi eg sitið í skellilátri og hugsað aftur á gamlar dagar, sigur Njál M. Djurhuus, sum hevur ritstjórnað 90 ára drúgvu søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum

 

Jón Brian Hvidtfeldt

 

– Hetta hevur verið deiligt at sett seg við um kvøldarnar. Eg eri bæði A og B menniskja. Fari seint í song og tíðliga upp, og kann ofta klára meg við ein hønublund.

 

Eyðkenda, lætta lyndið hjá Njáli Djurhuus, sum nú hevur Mackay til millum­ navn, fær hann flenna:

 

– Ofta havi eg sitið so leingi, at konan hevur biðið meg um at koma í song.

 

Njál Mackay Djurhuus dugir ikki at seta dato á, nær hann fór undir uppgávuna at skriva søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum.

 

##med5##

 

– Tað eru nøkur ár síðani. Fimm ferðir havi eg verið frá vegna sjúku. Eg havi havt hjartatrupulleikar, men nú havi eg fingið ein kvikil (pacemaker, red.) og tað gongur fínt. Eg eri optimist, tími ikki at vera sjúkur. Og nú eru bøkurnar her.

 

Njál Mackay Djurhuus hevur fingið fyrstu eintøkini, ið annars vera almenn hósdagin 23. oktober, á sjálvum 90 ára degnum hjá Frelsunarherinum í Føroyum. Talan er um tvey bind á tilsamans 486 síður, sum í orðum og myndum lýsa føroyska partin av søg­ uni hjá felagsskapinum, frá stovnan til dagin ídag.

 

– Tað hevði verið ov tungt við einari bók, hon hevði verið tung sum múrsteinur.

 

##med2##

 

Liggur tú í songini og lesur og missur eina slíka niður á teg, so brýtur tú nøsina. Og tað vil eg ikki hava ábyrgdina av.

 

Láturin tekur aftur yvir, meðan Njál Mackay Djur­ huus greiðir frá arbeiðs­ gongdini við bókini. Hann hevur í stuttum savnað sam­ an alt tað, sum er at finna um Frelsunarherin, bæði í skjalagoymslum í Føroyum, Keypmannahavn, Oslo, Reykjavík og London. Fleiri túsund síður bleiv tað til.

 

– Men minnisbøkur snúgva seg ov ofta um deyð menniskju. Eg vil ikki enda í tí grøvini, eg vil eisini skriva um livandi menniskju, sigur Njál og greiðir frá, at hann tí fekk ein norska vinmannin Jørn­Kr. Jørgensen at velja út nøkur fólk, sum kundu geva sítt íkast til søguna um Frelsunarherin.

 

– Eg kundi jú ikki velja tey út sjálvur. Hvønn skuldi eg valt, og hvønn skuldi eg valt frá. Tað vildi verið vónleyst, sigur Njál og vísir til sítt lívs­ langa og tætta tilknýti til júst Frelsunarherin.

 

Norski vinmaðurin, sum er rithøvundur og hevur skrivað 35 bøkur, fekk tí uppgávuna at velja út tey, sum eftir hansara tykki kundu og áttu at geva sítt íkast til søguna um Frelsunarherin.

 

– Roynt hevur verið at fáa tað mesta við, men tað er ógjørligt at fáa alt við, sigur Njál Mackay Djurhuus og leggur afturat:

 

– Tí vil eg eisini biðja um fyrigeving, um onkur heldur seg vera gloymdan ella at onkur familja er farin burtur ímillum.

 

Lætta lyndið er eisini fult av eyðmýkt. Tað kemur sjónliga til kennar undir sam­ røðuni, at Njál er bangin fyri sjálvrósi.

 

– Eg vil ikki hava, at vit í Frelsunarherinum skulu geva út eina bók, har vit siga, at vit eru frálík. Eg vil, at bókin skal vera reiðilig.

 

Hann dregur á svarið, tá vit spyrja hann, um bókin nú eisini gevur røttu myndina av Frelsunarherinum:

 

– Nei, eingin kann geva fullkomnu myndina. Men eg havi eftir bestu sannføring leitað mær hjálp frá fólki, sum hvør í sínum lagi kunnu vera við til at tekna røttu myndina av Frelsunarher­ inum. Mín samvitska sigur mær, at eg havi gjørt mítt besta.

 

##med3##

Njál Mackay Djurhuus greiðir frá tilgongdini at savna og velja út tilfarið til bókina.

 

– Viðhvørt hevur tað verið sum at sita við eitt døgurðaborð og skilja fisk. Skræðan og beinini eru skild frá og skumpað til viks, meðan restin hevur ligið eftir. Harafturat havi eg havt góðar »skiljarar« at hjálpa mær at

 

lúka burturúr, leggur Njál skemtiliga afturat.

 

Mongu myndirnar hevur Inger Hansen havt ábyrgdina av at velja út.

 

Uppgávan

 

Tað kemur sjónliga til kennar, at júst henda uppgávan, hóast sera rúgvusmikil, hevur verið alt annað enn ein plága fyri ritstjóran.

 

– Eg má altíð vera í sving, eg eri skaptur soleiðis, sigur Njál um uppgávuna.

 

Hóast Njál Mackay Djurhuus er farin væl um pensjónsaldur, so er hann framvegis sera virkin í Frelsunarherinum í Oslo. Arbeiðið við søguni um føroyska Frelsunarherin er tí komið omaná.

 

– Tað hevur verið ótrúliga reinsandi fyri meg at arbeiða við bókini um kvøldarnar, eftir ein arbeiðsdag við hjálpararbeiði, sigur Njál og útgreinar svarið:

 

– Tað hevur verið deiligt at seta seg við søguni hjá tí felagsskapi, har eg eri vaksin upp og sum hevur fylt so stóran part av mínum lívi.

 

Njál Mackay Djurhuus er føddur í Portugálinum úti á Reyni í Havn, og Frelsunarherurin hevur verið reyði tráðurin gjøgnum lívið hjá nú 73 ára gamla manninum:

 

– Tað var skúlin, Frelsunarherurin og heimið. Eg spældi eitt sindur av fótbólti og tað, sum dreingir

 

annars gera, men Frelsunarherurin var staðið, ið eg helt til. Longu sum smádrongur visti eg, at eg vildi brúka mítt lív til at hjálpa fólki, sum hava trupulleikar av ymsum slag, greiðir Njál Mackay Djurhuus frá.

 

##med4##

Tí hevur arbeiðið við søguni um Frelsunarherin onkursvegna verið eitt arbeiði við eini søgu, sum meira enn nøkur onnur hevur merkt lívið hjá ritstjóranum sjálvum.

– Viðhvørt havi eg sitið í skellilátri og hugsað aftur á gamlar dagar, meðan eg havi blaðað ígjøgnum mongu skjølini, greiðir Njál Mackay Djurhuus skemtiliga frá.

 

Uppgávan hevur eftir hansara tykki verið ótrúliga stuttlig og eisini áhugaverd.

 

– Eisini eri eg komin fram á nógv, sum eg ikki visti frammanundan. Men nei, eg vil ikki siga at nakað hevur yvirraskað meg.

 

Hartil eru persónligu bondini millum ritstjóran og felagsskapin ov tøtt.

 

Mackay

 

Njál er sambært sær sjálvum nærum borin inn í Frelsunarherin í Havn. Her vaks hann upp, og her var tað at hann á barnaárum gjørdi av, at hjálpararbeiði skuldi vera lívsleið hansara.

 

– Hevði eg livað umaftur, so hevði eg lisið til sosialráðgeva, men annars gjørt tað sama, sum eg annars havi gjørt gjøgnum lívið, sigur Njál Mackay Djurhuus.

 

Eitt tað fyrsta, ið hann gjørdi, tá hann tók við leiðandi starvi hjá Frelsunarherinum í Oslo, var at seta ein sosialráðgeva í starv.

 

– Sjálvur havi eg bara gingið í lívsins skúla. Men har hevur altíð búð ein lítil sosialráðgevi í mær. So tí var tað

 

natúrligt at seta ein sosialráðgeva í starv, sigur Njál Mackay Djurhuus um ta avgerðina.

 

Áhugin fyri menniskjum, menniskjalagnum og sosialpolitikki hevur altíð havt stórt pláss í hjartanum hjá Njáli. Persónliga broyttist nógv í fjør, tá navnið Mackay sníkti seg inn í lívið. Hann hevði tá í nøkur ár roynt at finna út av sínum uppruna, hvør pápin var. Seinasta strekkið fekk Njál hjálp frá sjónvarpsmanninum Tore Strømoy, sum í sínum sendingum »Tore på sporet« hjálpir fólki at finna síni nærmastu. Familjurøturnar fann hann í Glasgow og Norður­Skotlandi.

 

– Eg havi nú funnið útav, at pápi mín hevði eyknavnið Ghandi. Hann var eftir øllum at døma serfrøðingur í at finna semju millum menniskju, greiðir Njál skemtiliga frá.

 

Hann gleðist um skotsku røturnar, ið hava lagt Mackay afturat Djurhuus. Pápin átti bara Njál, og tí eru eingi systkin at vitja. Men familjubond eru kortini hjá Njáli at vitja.

 

– Ja, eg fari aftur at vitja har í august næsta ár, sigur Njál og sipar til síni skotsku familjubond.

 

Felagsskapurin

 

Njál Mackay Djurhuus og konan Erna búgva framvegis í Oslo. Nú søgan um Frelsunarherin verður givin út í bók, vitjar Njál heima í Føroyum.

 

– Tað hevur gingið upp og niður hjá Frelsunarherinum hesi 90 árini í Føroyum, men nú gongur framá og eg síggi vón fyri stavn. Eg haldi at føroyski Frelsunarherurin er ein tryggur felagsskapur í dag. Persónliga havi eg gjøgnum alt lívið følt meg vælkomnan í felagsskapinum, her er høgt til loftið og vítt til veggja. Og so hevur gáttin altíð verið lág, leggur Njál afturat.

 

Hann er errin av søguni hjá Frelsunarherinum, og hann er errin av at felags­ skapurin er partur av einum størri liði, sum í dag virkar í 126 av heimsins londum.

 

Njál Mackay Djurhuus er bæði glaður og errin, nú søgan um Frelsinherin verður givin út á sjálvum 90 ára degnum hjá felagsskapinum.

 

– Nei, hetta arbeiðið hevur tó ikki givið mær blóð á tonna til at skriva meira. Nú havi eg givið mítt, sigur Njál Mackay Djurhuus og skundar sær at leggja afturat:

 

–Mínorkafernútilat hjálpa fólki, sum hava tað ringt ella hava trupulleikar av ymsum slag.

 

Lætta lyndið eyðkennir 73 ára gamal Njál:

 

– Ja, eg eri kanska ein eldri maður í dag. Men kortini vil eg bjóða tær í 100 ára føðingardag hjá mær. Eg livi, til eg doyggi, leggur hann skemtiliga afturat, áðrenn hann endar samrøðuna við Sosialin.

 

Ritstjórin hevur tætta skrá á Føroya-vitjanini hesaferð. Fríggjadagin signerar hann bøkur, bæði í HNJ Bókahandli og á kvøldi í Frelsunarherinum, leygardagin signerar hann bøkur íRit&RákíSMS,oghartil hevur hann virknan leiklut á móttøku og hátíðarhaldi í Frelsunarherinum um vikuskiftið, nú felagsskapurin hevur 90 ár á baki í Føroyum.

 

 

 

Frelsunarherurin kemur til Føroya

 

Frelsunarherurin var formliga settur á stovn í Havn 23. oktober 1924. Leiðarar fyrstu árini vóru donsku hjúnini Rasmine og Andreas Juul-Pedersen. Árini frammanundan, í 1921 og 1922, hevði Frelsunarherurin vitjað í Føroyum. Kommandørurin Agnes Povlsen vitjaði hesi árini bæði í Íslandi og Føroyum, og skipaði hon eisini fyri útimøtum á Kongabrúnni í Havn.

 

17. juni 1922 skrivaði Dimmalætting soleiðis: »To kvindelige Medlemmer af Frelsens Hær besøger i denne Tid Thorshavn, og har afholdt saavel Friluftsmøder som Møder i Ebenezer. Frelsens Hær udfører som bekendt et meget stort og opofrende Arbejde for de daarligst stillede i Samfundet, og fortjener alles Paaskønnelse og Sympati.«