Ikki tí, talan var á ongan hátt um dreymafótbólt. Hinvegin var talan um eina tætta og harða uppgerð á Argjum, har sjúkrabilurin tvær ferðir varð boðsendur og fór avstað við leikarum.
Talan var um ein dyst millum ungu menninar í Undrinum, sum orka meiri enn teir flestu, og so veteranarnar í B36, har teir flestu leikararnir munnu hava roynt meira enn allur hópurin hjá Undrinum tilsamans. Tá tað avtodnaði gjørdist tað rutinan, sum vann á orkuni.
Við monnum sum John Petersen, Jens Christian Hansen, Tummas Eli Hansen, Magna á Lakjuni, John Norðbú Thomsen, Jan Guttesen, Egin Høgnesen og øðrum, eydnaðist tað at vinna við trimum málum móti tveimum.
Málskjúttarnir vóru Ámund Nolsøe og Jens Christian Hansen við tveimum. Hjá Undrinum vóru Dan Syderbø og Jóannes Martin Johannesen málskjúttarnir.
Sostatt varð tað liðformaðurin hjá B36, John Petersen, sum kundi lyfta steypi upp í loft leygarkvøldið, samstundis sum teir í Undrinum kundu fegnast um, at teir við finalusessinum, hava spælt seg upp í 2. deild.