Modellskráin hjá Harley Davidsson fyri 2009 er rættuliga fjølbroytt. Cross-bones, Muscle, Tri-glide, Iron-883 eru nøkur av nýggju Harley-modellunum í 2009. Nýggj betraði stell, meira motorkraft, størri tangar, handtøk uttan kápil og endurnýggjanin av tí 3-hjólaðu Tri-glide súkkluni eru nakrar av nýggjheitunum.
Ein nýggj trend í MC-høpi, við Harley Davidson á odda, er t.d. nostalgi og myrkir mattir Custom-litir í ráum stíli. Eisini touring-modellini fáast nú í matt-svørtum litum.
Modellskráin hjá Harley Davidson er býtt upp í seks ymiskar familjur við 38 modellvariantum. Touring eru tær stóru komfortablu súkklurnar til teir longu túrarnar, Softail eru tær klassisku Harley t.d. uttan sjónligar stoytdoyvarar, V-Rod eru sport-touring modellini við motorum, sum eru gjørdir í samstarvi við Porsche, Dyna er miðalklassasúkklan, sum nøktar tørvin hjá teimum flestu fyri styling og komfort. Buell eru ”racingsúkklurnar, og Sportster er tann minsta klassiska Harley, sum fæst í átta variantum og í 12 ymiskum litum til prisir frá kr. 120.000. Tær fyrstu av 2009 modellunum eru longu komnar til landið.
Fleiri keypa Harley
Ove Ritter frá Riders.fo sigur, at hóast tað eru niðurgangstíðir, hevur hann selt fleiri nýggjar motorsúkklur teir fyrstu mánaðirnar av árinum og nú várið kemur, eru tað fleiri sum hava býlagt sær eina Harley. Ove Ritter roknar við at koma upp á 100 seldar Harley Davidson í hesum árinum, síðan hann byrjaði við at selja Harley í Føroyum.
Orsøkirnar kunnu vera nógvar fyri hví fólk ynskja at nýta pengar upp á eina Harley Davidson. Tað kann vera ljóðið, mytan um Harley, umhvørvið, koyrieginleikarnir, lukturin ella kanska kenslan av tí ektaða, sum vekja áhugan fyri súkklunum. Ofta eru tað fólk sum í mong ár hava havt aðrar motorsúkklur, sum keypa sær eina Harley, eftir at tey hava verið ein royndartúr, sigur Ove Ritter.
Heimsumfatandi felagsskapurin HOG ( Harley Davidson Owners Group) telur yvir eina millión limir kring um í heiminum, har tað í dag serliga eru kvinnur, sum keypa sínar egnu motorsúkklur og koyra sjálvar. Føroyska felagið HDC.FO (Harley Davidson Club) er eisini ein sera virkin felagsskapur, har limirnir halda saman og hugna sær við sosialari samveru og túrum bæði innan- og uttanlands. Yvir 50 limir eru í felagnum, bæði kvinnur og menn, í aldrinum 18-60 ár, frá øllum stættum í samfelagnum, sigur Ove Ritter. Heimasíðan hjá felagnum er: www.hdc.fo.
S/pf Riders heldur til í Jónas Broncksgøtu 33. Meira á heimasíðunum www.Riders.fo og www.H-D.com .