Dreymur og veruleiki

Røðan, sum Frits Johannesen helt í skúlagarðinum í Fuglafirði í gjár, 12. mars

Góðu lærarar og næmingar ? og góða tjaldur.

Einaferð seinasta summar á veg til Havnar, sá eg við vegjaðaran í Streymnesi ein deyðan tjaldursunga. Við ungan sótu tvey tjøldur. Eingin ivi var um, at hetta vóru foreldrini ? steggin og bøgan, sum sótu og syrgdu unga sín. Á veg norðuraftur sat sama parið hjá unganum og kúrdi.

Tey vóru komin henda vegin á Grækarismessu og høvdu fylgst allan tann líðilanga veg sunnan eftir til klettarnar. Høvdu fjálgað hvørt um annað, bygt reiður ella bøtt upp á tað gamla reiðrið, vorpið og klakt. Tey vóru komin til heimbýlið við ljósum vónum um sælar dagar og eydnuríka tíð saman við ungum sínum. Kanska kom bert tann eini ungin undan, og vildu tey gera alt fyri einkarbarnið; fjálga og hjúkla um tað dag og nátt. Tey høvdu bert ljósar dreymar um eitt lív í friði og náðum. Fáa ungan undan og búgva hann út til hetta lívið við umsorgan og uppaling í teimum ljósu summarløtunum nátt sum dag. Men kom tað at ganga annarleiðis. Vónin brast. Stríð og strev var til fánýtis. Ein bilur hevði nortið við ungan við miklari ferð, og stoyturin var so harður, at eygað brast.

Teir ljósu dreymarnir nerta við okkum øll. Hygg at lærarunum, frá skúlastjóranum til tann yngsta kennara, øll standa vit her við ljósum dreymum um eitt gott lív og góðar dagar. Hóast vangin er gráur á nøkrum av okkum, ja, so hava vit fest í hugan, at tað má gangast okkum øllum væl. Eisini tit kæru børn og góðu unglingar, tit standa eisini her í dag við føgrum dreymum um góðar barnadagar, gott ungdómslív, góða útbúgving og hugfarsligar dagar saman við floksfeløgunum. Nógv verður tykkum litið til bæði heimanífrá og frá skúlanum og ikki at tala um ta umsorgan og kærleika, sum foreldrini veita tykkum. Børnini eru tað dýrasta, sum foreldrini eiga, tí vilja tey tykkum tað besta og hjúkla um tykkum nátt sum dag. Hugsið um hetta, og takið tað til eftirtektar, sum skúli og heim vilja tykkum.

Vit búgva í tí parti av heiminum, sum nógvur nóg mikið av øllum. Hugsa um tey mongu, tey mongu børn, sum frá morgni til myrkurs hava bert tann eina dreymin at fáa eina matartuggu. Fáa tey tað, so er ein dagur bjargaður. Men mong eru tey, sum mugu lúta, tí ikki var teimum unt so mikið, at tey kundu klára seg. Tey máttu dvína fyri tí lagnu, sum teimum var fyri her á hesum jarðisku steinum eins og tjaldursungin í Streymnesi henda alfagra summardag í fjør. Mong børn verða týnd av krígsávum ella av náttúruvanlukkum. Teirra dreymur var bert at fáa frið og liva eitt lív í friði og náðum saman við sínum, men gakk. Ein skotríð frá fólki, sum tey ikki kendu og ikki vistu hví tey skutu, skar lívstráðin av og eftir var bert ein sundursorlað lon, sum bar boð um pínslu og ræðuleika.

Tú stendur her »kul« ella »trendy« og hevur Spice Girls í huganum. Onkur av tykkum eigur eina Spice Girls-troyggju ella eitt pennahús við mynd av hesum snøggu gentum. Tú hevur tínar góðu dreymar saman við hesum ungdómum, sum eru farnir um tann víða heim í einum meldri. Ja, tær hava kyst Charles prins. Ein prins? ? Ja, siga tit, tað er eingin munur á at mussa ein prins ella ein drong ella gentu í Fuglafjarðar skúla. Kossurin er tann sami, men er dreymurin tann sami? Hava Joan og Jógvan teir somu dreymarnar sum Charles prinsur ella sum Spice Genturnar hava? Eg veit ikki, men okkurt er í felag, og tað er dreymurin um eitt gott lív í sátt og semju við grannar, vinir og kenningar. Vit hava eisini ta hugsan og hugmynd, at vit ynskja alt tað besta fyri tey, sum hava tað svárt, líða neyð og verða hótt við lívinum.


Aftur í ár kemur tjaldrið higar til oyggjarnar. Eisini kemur tjaldursparið aftur til smáttuna í Streymnesi, um tey eru á lívi. Tey fara undir at fríðka um heimbýlið. Hóast vónin brast í fjør, fara tey undir aftur verki við góðum vónum um egg, ungar og gott summar. Teirra dreymur er okkara dreymur. Tjaldrið er yndisfuglur okkara. Tað er tjóðfuglur okkara, hugsar sjálvstøðugt og er bert bundin at náttúruni og klárar seg við tað. Rætt ryggin, ver fattur í herðunum og Guð gævi satt at tínir dreymar ikki bretsta, men verða veruleiki ? tær og tínum at gagni.

Gott vár, góða próvtøku og gott summar.

Frits