Hvørki føroyingar ella umheimurin hava lurtað eftir Paul Watson. Hagtølini tosa sítt egna mál: Síðan Paul Watson fyri 29 árum síðani setti okkum forboð at drepa grind, hava 33.183 hval lagt beinini
Tað var leygarmorgunin 17. august í 1985, at Paul Watson stevndi inn í Nólsoyarfjørð við svarta og hvíta trolaranum, sum æt Sea Shepherd. Ørindini vóru at siga føroyingum, at nú skuldi grindadrápið steðga. Dagin fyri legði ein grind beinini í Miðvági. Í hesi gridini løgdu 277 hval beinini – og grindin var upp á 1.221 skinn.
Eingin grind legði beinini, meðan Sea Shepherd var í Føroyum. Næsta grindin í 1985 doyði í Havn 5. september. Hon var upp á 235 hval og 1.345,5 skinn.
Í Sosialinum 20. august í 1985 gjørdi Paul Watson føroyingum greitt, at nú var grindadrápið í Føroyum søga:
– Tit sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat, segði hann.
– Og verða vit handtiknir, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar – tá fara vit av álvara at boykotta føroyskar og seinni danskar vørur, ljóðaði hóttanin frá Paul Watson.
Hesin eini hvalurin, sum føroyingar ikki sluppu at drepa, er vorðin til 33.183 hval, vísa hagtøl hjá Náttúruvísindadeildini.
Lesið samrøðu, sum Sosialurin gjørdi við Paul Watson, sum varð prentað í Sosialinum 20. august í 1985 við at trýsta á slóðina niðanfyri:
TRÝST HER fyri at lesa samrøðu við Paul Watson í Sosialinum 20. august 1985
TRÝST HER fyri at síggja forsíðuna á Sosialinum 20. august í 1985