Dronuálop festi eld í vøru­goymslu í Sankta Pætursborg

Eitt stórt vørugoymsluhús í russiska stórbýnum Sankt Pætursborg stóð í morgun í ljósum loga eftir eitt dronuálop, sum russiskir myndugleikar leggja Ukraina undir.

Hetta er triðja ferðin innan eina viku, at ein vørugoymsla hjá russisku nethandilsfyritøkuni Wildberries verður rakt av dronuálopi. Á myndini sæst roykur frá eini goymslu í Krasnodar eftir eitt álop fyrr í vikuni. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Vørugoymslan hoyrir til nethandilsfyritøkuna Wildberries, sum verður roknað sum russiska svarið upp á Amazon.

 

Sambært russiskum myndugleikum vórðu trý fólk særd í álopinum.

 

Myndir frá staðnum vísa, at tjúkkur roykur legði seg yvir stórar partar av býnum.

 

Wildberries upplýsir, at arbeiðið á tveimum vørugoymslum í økinum er fyribils steðgað orsakað av álopinum.

 

Samstundis varð flogferðslan í Sankt Pætursborg fyribils steðgað, men hon varð tikin upp aftur um seks-tíðina lokala tíð.

 

Hetta er triðja ferðin innan ta seinastu vikuna, at ein vørugoymsla hjá Wildberries verður rakt.

 

Í síðstu viku segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at eitt av goymsluhúsunum varð brúkt til at goyma sanktiónsbannaðan útbúnað til framleiðslu av dronum og navigatiónsútgerð.

 

Russiskir myndugleikar søgdu tá, at átta vaktarfólk lótu lív.

 

Eisini mikumorgunin vórðu tvær aðrar Wildberries-goymslur í útsynnings parti av Russlandi álopnar. Tá vórðu sambært russiskum myndugleikum átta fólk særd.

 

Ukraina hevur enn ikki alment viðmerkt álopið í Sankt Pætursborg.

 

Hetta er triðja ferðin innan eina viku, at ein vørugoymsla hjá russisku nethandilsfyritøkuni Wildberries verður rakt av dronuálopi. Á myndini sæst roykur frá eini goymslu í Krasnodar eftir eitt álop fyrr í vikuni. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)