Tollsatsirnar liggja millum 10 og 12,5 prosent og koma í staðin fyri ta fyribils tollskipanina, sum amerikanski forsetin Donald Trump setti í verk í februar.
Amerikanski handilsumboðsmaðurin, Jamieson Greer, segði, at tollurin verður settur í verk, tí londini ikki hava nóg góð forboð móti innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði.
Tað vísir Kaja Kallas aftur.
– Tað kann ein ikki siga um Evropeiska Samveldið, sigur hon við Reuters á einum fundi hjá ASEAN í filippinska høvuðsstaðnum Manila.
Hon vísir á, at arbeiðslóggávan í ES gevur starvsfólkum góð rættindi, millum annað frítíð við løn, og heldur tí, at grundgevingin hjá USA ikki hevur hald í veruleikanum.
Kallas sigur eisini, at ES fer at biðja USA greiða frá avgerðini.
– Vit høvdu eina handilsavtalu við USA, og vit hava hildið okkara part av avtaluni. Tí er hetta eitt óbehagiligt yvirraskilsi, at USA ikki virðir avtaluna, sigur hon.
Eisini lond sum Noreg, Avstralia og Brasil hava funnist at nýggju tollskipanini.
Sambært amerikonsku stjórnini eru nýggju tollsatsirnar settir í verk sambært amerikonsku handilslógini frá 1974, sum gevur stjórnini heimild at leggja toll á innflutning úr londum, ið verða mett at hava órímiliga handilspraksis.











