1. juli koma Margretha Drotning og Heindrikur prinsur á vitjan úti í Skúvoy, og skúvoyingar eru av álvara farnir í gongd við at hampa og rudda í bygdini.
– Ein stórur partur av arbeiðinum skuldi gerast kortini, men tá ið vit fingu at vita um vitjanina av Margrethu Drotning og Heindriki prindi, varð meira ferð sett á, sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy.
Fólk eru komin at asfaltera, og tað arbeiðið var ætlanin at gera í summar. Ætlanin var eisini at umvæla trappuna oman í fjøruna, og fólk vóru frammanundan komin út at umvæla brimgarðin, sum fekk skaða í vetur av brimi.
– Ætlanin var ikki at mála skúlan í summar, men tað hava vit fingið fólk út at gera nú, og tað sama við flaggstengrum, sigur Harry Jensen.
Tað var so umráðandi at fáa skúla málaðan, tí nýstovnaðu Skúvoyar Fornminnafelag og Skúvoyar Fornminnissavn ætla at hava eina minni framsýning um bjargarøkt, bjørgini og fuglateljingar klára í skúlanum. Tey ætla eisini, at Margretha Drotning og Heindrikur skulu verða fyrstu gestirnar á framsýningin.
Fólk frá Føroya Fornminnissavni hevur verið og hjálpt skúvoyingum við at seta framsýningina upp.
Upprunaliga ynskið hjá gestafyriskiparunum var at ganga ein ávísan tein, men ein tími hevði verið í so lítið til tann túrin, og tí komu skúvoyingar við uppskotinum um heldur at vísa framsýningina fram fyri gestunum.