Drotningin avlýsir ferð til Grønlands

Fyrsta avgerðin hjá Margrethu drotning eftir Føroyaferð er at avlýsa ferð til Grønlands

Dagarnar frá 24. juli til 5. august skuldi Margretha drotning á almenna vitjan í Grønlandi, men hendan ferðin verður av ongum.

 

Kongshúsið boðar nú frá, at ferðin er avlýst vegna koronustøðuna í Grønlandi.

 

– Grønland hevur havt fleiri tilburðir av covid-19 seinastu tíðina, og myndugleikarnir hava gjørt avmarkingar í sambandi við ferðir og forsamlingar. Í tí sambandi hevur grønlendski landsstýrisformaðurin biðið Kongshúsið um at útseta ferðina til seinni, skrivar Kongshúsið.

 

– Drotningin sigur seg skilja støðuna og vónar, at hon kann koma á vitjan seinni.

 

Margretha fór í gjár heimaftur eftir almenna vitjan í Føroyum.

 

Í løtuni eru 29 fólk smittað við koronu í Grønlandi. Undir vitjanini hjá Margrethu drotning í Føroyum var talið á smittaðum væl omanfyri 100.