Drotningin fingið koronu – fyri aðru ferð

Alt virksemið hesa næstu vikuna, er avlýst

Margretha, drotning, hevur fingið koronu. Tað upplýsir kongshúsið nú í morgun. Hetta er aðru ferð, drotningin hevur koronu. Hon hevur akkurat verið í Londog og fylgt Elizabeth, drotning, og eftir tað varð staðfest, at hon hevði fingið koronu. Avleiðingin er, at øll tiltøk, drotningini skuldi vera við í hesa vikuna, eru avlýst.