Drotningin til Føroya mitt í juli

Tað er løgmaður, sum er vertur

Hennara hátign, Margretha Drotning, kemur á almenna vitjan í Føroyum um miðjan juli. Tað boðar Løgmansskrivstovan frá. Tað er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini.

Løgmansskrivstovan sigur, at skráin fyri vitjanina er fjølbroytt, har Drotningin, millum annað, fær høvi til at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyska mat.