Droymdi um at gerast útvarpssvertur

Gunnar Nolsøe úr Klaksvík eigur eina ørgrynnu av tónleiki. Hansara áhugi fyri at lurta eftir tónleiki byrjaði á ungum árum og hevur fylgt honum upp gjøgnum árini. Sum lítil og ungur droymdi hann um at gerast útvarpsvertur. Dreymurin gjørdist veruleiki fyri trimum árum síðani

Samrøða við Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Inni í rúminum standa eskjur og kuffert við fløgum, LP plátum og singleplátum í. Tað er ikki lætt at ímynda sær, hvussu nógv man vera har. Men fleiri túsund uttan iva. Tað er gott skil á. Allur tónleikurin er flokkaður eftir stíli og bókstavaraði, so tað líkist einum lítlum fløguhandli. Mitt í øllum rokinum av tónleiki stendur eitt annlegg.
 Gunnar orsakar rokaligheitina, men sigur, at hann er í ferð við at hyggja ígjøgnum síni ting og skilja tey. Vit sessast til prát umringað av alskyns tónleiki.
? Mær dámar strangt tikið allan tónleik, sigur Gunnar og tekur eina singleplátu við Kræklingum fram. Singlepláturnar fáast ikki til keyps longur, men hann eigur eitt ótal av teimum. Og LP plátum eisini. Hann heldur tað eru um fimm til átta ár síðani hann taldi seinast. Og tá átti hann millum 6.000 og 7.000 plátur og fløgur.
 Gunnar byrjaði sum flest onnur at keypa tónleik av áhuga, tá hann var hálvvaksin. Hann byrjaði við at keypa bond, men so hálsaði hann um og byrjaði at keypa plátur í staðin.
 Áhugin fyri at lurta eftir tónleiki var sum sagt stórur, men Gunnar dylir ikki fyri, at ein dreymur um at kunna arbeiða innan útvarpið eisini lá fjaldur í honum.
 Í septembur 1979 var ein DJ kapping í KÍ-høllini. Men Gunnar tordi ikki at tekna seg, men sama kvøld, beint áðrenn kappingin byrjaði, fóru hann og ein vinmaður ein gongutúr. Teir løgdu leiðina framvið høllini, har fólk rokaðust við at gera alt tilreiðar til kappingina. Og tá fekk Gunnar so mikið nógv brell, at hann fór til ein av fyrireikarunum og spurdi, um tað var nakar møguleiki fyri at tekna seg, hóast freistin var úti.
? Tað var ikki bara sum at siga tað, men at enda játtaði hann, og eg var við í kappingini seinni tað kvøldið uttan at hava roynt ljóðannleggið áðrenn, minnist Gunnar aftur á og flennir. Hann leggur afturat, at tað legði hann onki í tá, tí hann vildi bara sleppa at royna seg.
 Hetta var eitt innleiðandi umfar, og áskoðarafjøldin gjørdi av, hvør skuldi vinna. Og Gunnar má hava havt nógvar fjepparar í høllini tað kvøldið, tí hann gjørdist vinnarin og slapp at royna seg aftur kvøldið eftir í finaluni móti tveimum øðrum. Men Gunnar sjálvur ivast í, hvussu rættvíst úrslitið var av tí innleiðandi umfarinum.
? Áskoðararnir atkvøddu meg at vinna, men í finaluni var eitt dómarapanel, sum gjørdi av, og tá endaði eg á triðja plássi, og tað var helst meiri rættvíst, sigur Gunnar lítillátin á málinum.
 Men Gunnar hevði fingið blóð upp á tonnina, og fylgjandi mongu árini var hann javnan plátuvendari. Hann steðgaði mitt í áttatiárunum, men hevur tó verið at sæð aftur síðani. Serliga til afturlítandi tiltøkini til dømis aftur í 80-ini.
Ítriv
Gunnar arbeiðir til dagligt á marknaðardeildini hjá Norðoya Sparikassa. Tónleik og at gera útvarpssendingar sær hann sum eitt frítíðarítriv burturav.
 Tað er ein barndómsdreymur hjá Gunnari at gerast útvarpsvertur. Hann greiðir frá, at herfyri var hann til floksveitslu. Og tá hevði ein av hansara gomlu floksfeløgum mint hann á, at hann plagdi at skipa fyri spurnarkappingum í fríkorterunum.
? Hann spurdi, um eg mintist tað. Eg hevði gloymt tað, men tá hann segði tað, kom tað mær í huga aftur, sigur Gunnar brosandi.
? Mær dámar ótrúliga væl at gera sendingar, og hugurin er sanniliga eisini til tað, sigur Gunnar, sum hesa vetrarskránna hjá Útvarpi Føroya tekur sær av tveimum sendingum: Fólk og Frítíð og spurnarkappingin á Vaglinum.
 Fólk og Frítíð koyrir nú á sínum næsta vetri, og Gunnar heldur, at hon tolir væl ein vetur afturat.
? Fólk eru sera positiv, bæði tá tað kemur til at vera við í sendingini og um sendingina sum heild, og tað eri eg fegin um, sigur Gunnar Nolsøe.
 Hann heldur, at tað hevur stóran tðdning fyri Klaksvík, at tað nú verða gjørdar sendingar við tilfari úr Klaksvík ella Norðoyggjum sum heild.
? Klaksvík er so nógv meira enn bara fiskivinna, so tað er gott at kunna varpa ljós á onnur viðurskifti her, heldur Gunnar og vísir samstundis á, at nú eru suðuroyingar eisini byrjaðir at hava sendingar.
? Eg síggi hetta starvið meira sum eitt frítíðarítriv, tí eg havi mítt fasta starv við síðuna av. Tað er stuttligt at gera útvarpssendingar, og mær dámar tað sera væl. Av tí sama finni eg altíð tíðina til tað, sigur hann og leggur afturat, at tann dagin tað verður ein byrða, er tað ikki stuttligt longur.