Bæði ávaringarskipanin hjá kommununi og tekniska skipanin sviku, tá 300 tons av dálkaðum vatnið fossaði út í kranarnar hjá havnafólki í 14 dagar. Hetta hendi, tá ein gravimaskina gróv ein kaðal hjá Sev upp á Húsahaga tann 11. september. Kaðalin slitnaði, streymurin til reinsiannleggið fór og neyðstreymsanleggið setti ikki til. Í ein tíma fossaði óreinsaða vatnið niður í brunnarnar, gjøgnum rørskipanina og út í kranarnar hjá havnarborgarum. Vanliga eiga borgarar, og ikki minst Fiskavirking og sjúkrahúsið, at verða ávarað beinanvegin, men av tí, at verkið ikki hevur nakra mannagongdir í sambandi við at ávara, fekk ongin boð um brekið.
Tíðin fór at lekja
Viggo Christiansen, deildarleiðari á teknisku deild, við ábyrgd fyri vatni og gøtuljósum, sigur við Sosialin, at tey fingu boð um óhappið dagin eftir óhappið á Húsahaga, og tey sendu royndir av vatninum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Síðani gingu fýra dagar til úrslitini av royndunum komu aftur, og vístu tey, at nakrar fáast koliformar bakteriur vóru í vatninum.
- Vit vónaðu, at tað fór at ganga yvir av sær sjálvum, tí talan var um so fáar bakterium. Men, tá vit tóku nýggjar royndir fyri fáum døgum síðani, vísti tær, at nú vóru entrikokkar bakteriur í vatninum, sigur ein harmur Viggo Christiansen. Og hann vísir á, at øll rørskipanin varð skolað ígjøgnum við vatni í nátt.
Ov seint at ávara
Spurdur um hann metir tað vera nøktandi, at borgarin ikki fær boð um dálkaða vatnið fyrr enn tvær vikur eftir at tær eru staðfestar, sigur Viggo Christiansen, at tað als ikki kann góðtakast og at tey hava tikið stig til at broyta allar mannagongdir í sambandi við ávaringar og trygd, tá slíkt hendir. Eitt nú hava tey sett mekanisk tiltøk í verk, soleiðis at ein ventilur steðgar vatnstreyminum um streymurin fer.
- Verkið hevur koyrt lýtaleyst í 18 ár og ongantíð øll hesi árini hava trupulleikar verið við verkinum í Villingardali, sigur Viggo Christiansen, sum vísir á, at vatnið í Havn verður kannað javnan og at talan er ikki um stórar nøgdir av vandamiklum bakterium.
Fiskavirking ilskast
Á Fiskavirking er lagið ikki gott. Hóast virkið hevur bundið um heilan fingur og hava sínar egnu trygdarskipanir, so ávirkar tað sjálvsagt, at tey ikki fáa boð.
- Hetta er sera harmiligt, ikki minst á hesi ársins tíð, tá umhvørvið hjá bakterium at nørast er av tí allar besta, sigur Guðrið Andorsdóttir, góðskuleiðari á Fiskavirking. Og hon greiðir frá at hitin á vatninum liggur um 13 stig og at bakteriurnar liggja í rørunum og nørast. Hon fýlist tí harðliga á, at tey ikki vórðu fráboðað beinanvegin, umframt at tað undrar hana, at tekniska deild ikki tekur stig til at skola allar rørleðingarnar við klori.
Harmur borgmeistari
Heðin Mortensen, borgarstjóri, átekur sær alla ábyrgdina av málinum og hann sigur seg harmast støðuna almikið.
- Slíkt eigur ikki at koma fyri og vit hava longu tikið stig til at broyta allar mannagongdir í trygdarskipanini, soleiðis at øll verða ávarað beinanvegin bakteriur verða staðfestar.
--
Skaða í smáum nøgdum
Entrikokkar og koliformar bakteriur eru sonevndar tarm-bakteriur. Tær kunnu stava frá bæði djórum og menniskjum, og kunnu í sjálvt heilt smáum nøgdum vera skaðiligar fyri drekkivatnið.
Sjónligastu avleiðingarnar eru aloftast búkilska, og hyggjuráðini eru tí, at vatnnið verður kókað, áðrenn drukkið verður.