Løgreglan varð boðsent at fáa ein ávirkaðan mann at fara á dyr í húsum í Klaksvík í gjár. Hann var komin inn, men húsfólkini, sum hann kendi, vildu hava hann at fara, men hann vildi ikki fara. Tí varð ringt eftir løgregluni, sum fekk mannin á dyr.
Í gjáranáttina var eitt lítið ferðsluóhapp í Sumbiartunlinum, har ein persónbilur koyrdi inn í tunnilsveggin. Eingin persónskaði var, og eingin annar bilur var við í óhappinum.
Á Fuglafjarðavegnum í Norðragøtu tók løgreglan í gjár ein bilførara fyri at koyra 108 km um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 km um tíman. Tað kostar umframt bót eisini eitt klipp í koyrikortið.