Sambært tíðindastovuni AP var talan um fyrstu kapping av sínum slag og ein forsmakkur upp á World Humanoid Robot Games, sum verður í Beijing í august.
Robottarnir á vøllinum vóru útgjørdir við sensorum, soleiðis at teir kundu finna bóltin og navigera á vøllinum.
Algoritmurnar til alt frá fatan og avgerðum til leikaramyndingar og avleveringsstrategiir vórðu ment og innbygdar av fýra universitetsliðum.
Robottspælararnir vóru gjørdir til at reisa seg sjálvir, um teir duttu. Men undir dystinum skuldu fleiri robottar framvegis berast av vøllinum á børum.
Kappingin varð vunnin 5-3 í avgerandi dystinum hjá liðnum hjá Tsinghua universitetinum, THU Robotics.
/Ritzau/