Fangaður í Netinum er heitið á leiki, sum verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í hesum døgnum. Talan er um ein glantrileik - eina farcu ? eftir kenda leikhøvundanum Ray Cooney (1932). Í farcunum hjá Cooney eru persónarnir ofta noyddir at lata sum um teir eru nakað, teir ikki eru, og enda ofta við at práta í eyst og vest við hvønn annan, sum ofta endar við einari skemtiligari søgu, ið egnar seg væl til pall.
Høvuðspersónurin í leikinum ?Fangaður í Netinum? er miðaldrandi hýruvognsførarin John Smith, sum livir eitt dupultlív. Hann er giftur við Barbaru og býr saman við henni og soninum Gavin í Streatham, samstundis sum hann er giftur við Mary og býr saman við henni og dóttrini Vicki í Wimbledon. Hann fær úr at gera við at fyribyrgja at dupultlívið verður avdúkað - verður fangaður í netinum!
At leikstjórna leikin hevur Havnar Sjónleikarfelag fingið kendu donsku sjónleikarkvinnuna Margrethe Koytu (1946), ið er ættað úr Koytu á Sandi.
Leikarar eru Kári Øster, Herborg Mikkelsen, Petra Iversen, Brynjálvur Tórstún, Eyðfinnur Finsson, Petur Meinhard E. Andersen og Barbara Hentze í Stórustovu.
Leikurin verður framførdur frá 3. november til og við 23. november - undantikið dagarnir 9., 13. og 20. november.
Atgongumerkir eru eru at fáa í Kunningarstovuna í Tórshavn tel. 302425 og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning. Prisur 125 kr.