Tað hevur sum so verið ein friðarlig nátt í nátt hjá politinum.
Men har var tó eitt mál í gjárkvøldið, sum politiið mátti taka sær av. Tað snýr seg um ein persón, sum ikki dugdi sær hógv í býnum.
Viðkomandi hevði verið í so rokaligur, at hann var til ampa fyri onnur. Hetta var uttan fyri eitt av skeinkistøðunum í Havn.
Persónurin bleiv ikki handtikin, men fekk eitt prát við politiið og síðani eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Hetta er tað einasta málið í gjár, sum politiið hevur at fortelja um í dag. Dagurin í gjár hjá politinum hevur nevniliga serliga verið merktur av leitingini eftir kvinnuni, sum er horvin við Trælanípuna. Les meira um tað HER.