Dupultsigur í fimleiki

Helgi Winther Olsen og Høgni Øster hava júst vunnið ávikavist gull og silvur í fimleiki

 

Frí kapping er í fimleiki hjá monnum í dag á Isle of Man. Fyrst á skránni var gólvíðkanin, og tað skuldi vísa seg, at Føroyar her so dyggiliga fingu hevnt frádømingina í liðkappingini.


Tá fingu Manbúgvar væl hægri karakterir á gólvinum enn føroyingar, og stór misnøgd var um tað dømingina.


Í dag var eingin slingur í valsinum, og meðan Helgi Winther Olsen vann eitt uppiborið gullmerki, fekk Høgni Øster eitt eins væl uppiborið silvurmerki.