Durita stjórnar kirkjuráðnum í Hoyvík

Nývalda kirkjuráðið, ið varð valt fyri einari viku síðani hin 2. november, helt sín fyrsta fund í kvøld.

Durita Nolsøe nýggj forkvinna í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju

Sambært lóg um kirkjuráð skipar nývalda kirkjuráðið seg á fyrsta fundi. Fyrst valdi kirkjuráðslimur gevur fundarboð.

 

Kirkjuráðið skipaði seg soleiðis:

 

Durita Nolsøe, forkvinna

 

Elin S. Winther Poulsen, næstforkvinna

 

Bente Kjær, kirkjuverji

 

Uni Danielsen, kassameistari

 

Petur Even Djurhuus, skrivari

 

Malan Rasmussen

 

Beinta Ejdesgaard

 

Hervør Didriksen

 

Simona Nielsen

 

Sambært lóg um kirkjuráð, skal kirkjuráðið í kirkjusóknini tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.

 

Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum.

 

Formaður og næstformaður verða valdir fyri eitt ár í senn.

 

Vit ynskja kirkjuráðnum hepna hond og Guðs signing við arbeiðnum, skrivar Hoyvíkar kirkja.

 

 

 

Durita Nolsøe nýggj forkvinna í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju