Durita tekur lesaran á bóli

Í bókini "Ferðin um bláu gongustjørnuna" eftir Duritu Holm, sum kom út í gjár, letur hon okkum fáa part í ævintýrferð síni um fjar høv og lond

So er bókin komin. Bókin um "Ferðina um bláu gongustjørnuna", sum Durita Holm gjørdi um jarðarknøttin. Hetta er søgan um sigling, fjarskotin lond, kærleika og at gerast mamma á leiðini. Bert 21 ára gomul legði Durita vestur í hav við seglbátinum Sølku Vølku á ferð kring knøttin í trý ár. Í bókini tekur unga gentan lesaran á bóli og letur hann fáa part í síni ævintýrferð um fjar høv og lond. Vit uppliva saman við henni alt tað spennandi og eksotiska, henni hevur verið fyri: Renna á land í Portugal, kava eftir perlum í Kyrrahavninum, barnsburð í New Zealandi, andróður norður gjøgnum Reyðahavið og eydnusama heimkomu á Sandi.

Á ferðini hitti Durita norðmannin Erik og á jólum fyri tveimum árum síðani fingu tey dóttrina Freyju.

Bókina hevur Durita skrivað síðani hon kom heim í summar. Hon byggir lutvíst á dagbók, hon skrivaði á ferðini, og skipsdagbókina. Og hópur av sera vøkrum, spennandi og tølandi myndum eru í bókini.

- Eg vóni, at fólk halda bókina vera undirhaldandi og spennandi. Vit eru ein sjófarandi tjóð, men stuttleikasigling er ikki viðurkend fyrr enn fyri stuttum. Kanska bókin gevur fólki hug til stuttleikasigling, sigur Durita.

Tað er á forlagnum Freyja, at bókin verður givin út. Hon er innbundin, 200 blaðsíður og kostar 268 krónur.