info
Ongi úrslit

Dygdargóðir karmar til mentan

Bárður á Steig Nielsen, valevni fyri Sambandsflokkin
3. desember 2022 kl. 13:11

Innan mentan ynskir Sambandsflokkurin at menna listina við at skapa dygdargóðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

 

Tað er ein avgerandi treyt fyri allari samfelagsmenning, at føroysk mentan og andslív fáa rúmar ræsur og verða stuðlað. Eisini eiga føroyskar bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list framvegis at fáa stuðul frá tí almenna.

 

Eisini er filmsvinnan ein vaksandi spíri, sum við tíðini kann fáa stóran búskaparligan týdning, umframt tann mentanarliga týdningin, sum hon hevur.

 

Føroyska málið er undir stórum trýsti, tí serliga tað enska vinnur fram millum unga fólkið í dag. Tað hevur týdning at duga fremmand mál, men føroyskt mál er partur av okkara tilveru og samleika, tað er við til at gera okkum til føroyingar, og júst tí er m.a. neyðugt alsamt at dagføra undirvísingartilfar til allar aldursbólkar í føroysku skúlaskipanini. Somuleiðis eiga vit nú at teksta sjónvarpssendingar, so at tað altíð er okkara egna mál, vit lesa á skíggjanum.

 

Tað er hjartamál hjá Sambandsflokkinum at verja ta føroysku mentanina, serliga í hesum døgum, tá ávirkanin uttanífrá er so stór. Slíkt kostar, men pengar til mentan og list eru ein íløga, sum ríkar og mennir samfelagið.

 

Flokkurin ásannar harvið, at eitt samfelag uttan eitt virkið mentanarlív, er eitt fátækt samfelag. Ferðafólk sum vitja hendavegin vilja uppliva okkara serligu náttúru og mentan, sum eisini sæst aftur í listini. Men ikki minst fyri fólkið í Føroyum hevur mentanin stóran týdning.

 

Fyri at føroyska mentanin skal kunna blomstra er neyðugt við dygdargóðum karmum at virka undir - hetta vil Sambandsflokkurin tryggja.

 

Bárður á Steig Nielsen,

formaður í Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Eyðun Klakstein fer eftir øllum trimum stigunum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Kasakstan hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

5 tímar síðan
Tíðindi

29 ára gamal er skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj gongu­brúgv um Gøtu­gjógv boðin út

6 tímar síðan
Fótbóltur

AB er føroyameistari í U21-deildini hjá monnum

6 tímar síðan
Tíðindi

KJ handað nýggja tvíkilju

6 tímar síðan
Tíðindi

Norsk prinsessa og mað­ur henn­ara krevja yvir hálva milliard

6 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Frakland og Italia vunnu

7 tímar síðan
Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

7 tímar síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

8 tímar síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

8 tímar síðan