Dygdin á fiskinum avger úrslitið

Seinastu mánaðirnar hevur fiskavirkið í Kjøllefjord í Noregi lagt dent á at gjalda prís eftir dygdini á fiskinum.
- Tað skal loysa seg hjá fiskimonnum at handfara fiskin væl. Á henda hátt vóna vit at kunna økja um dygdina á fiskinum, sigur dagligi leiðarin

Dygd og písur
Dygdin á fiskinum er heilt avgerandi fyri, um vit skulu vinna meira pening í fiskiídnaðinum.
 Hetta sigur dagligi leiðarin á einum fiskavirki í Kjøllefjord í Noregi, Arild Olsen.
- Fiskimenn mugu gerast meira bevístir um, hvussu teir handfara rávøruna.

Misjøvn dygd
Arild Olsen sigur, at skal meira peningur vinnast í fiskiídnaðinum, er neyðugt at leggja alla orku í dygdina á fiskinum                                                       
 - Rætti hugburðurin má byrja longu, tá ið fiskurin kemur inn á dekkið.
 Hann sigur, at fleiri av skipunum, sum landa til virkið í Kjøllefjord, koma við fyrstafloks fiski, meðan verri er statt við fiskinum hjá øðrum skipum.
- Fiskurin kann vera veiddur í sama øki, og veiðitíðin kann vera júst hin
sama. Kortini síggja vit, at handfaringin er ógvuliga misjøvn - alt eftir, hvørji skipini eru. Tað er tí eingin ivi um, at við betri viðfaring av fiskinum umborð, fáa vit eina heilt aðra rávøru, sum kann nýtast betri í framleiðsluni og somuleiðis geva ein betri prís, sigur Arild Olsen.

Bara dygdin
Rávøran hevur avgerandi týdning, bæði fyri tað, sum fáast kann burtur úr fiskinum og písin - ikki minst, har marginalarnir eru smáir.
- Eg síggi onga meining í at kjakast um, hvørt minstiprísurin er rættur ella
ikki, soleingi rávøran er so misjøvn. Tað, sum vit mugu røða um framyvir, er rávøran. Tá ið hon er í lagi, verður minstiprísurin eisini betur.
Seinastu mánaðirnar hevur virkið, har Arild Olsen er dagligur leiðari, lagt dent
á at gjalda prís eftir dygdini á fiskinum.
- Hetta fara vit framhaldandi at gera, tí tað skal loysa seg hjá fiskimonnum
at handfara fiskin væl, sigur hann.