NSÍ vann í dag grannauppgerðina móti Skála 2-0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 1-0.
Í samrøðu við in.fo aftaná dystin, segði Pætur Dam Jacobsen hjá Skála, at dystarætlanin sum heild helt hjá teimum, og at NSÍ ikki kom fram til teir stóru málmøguleikarnar í opnum spælið.
Hann fílist tó á at Skála gav alt ov nógvar deyðbóltar burtur til NSÍ, og av teimum fekk NSÍ lagt eitt nógv størri trýst á Skála enn neyðugt var.
Til spurningin um at NSÍ hevði meira bóltin enn Skála, segði Pætur Dam Jacobsen, at tað vóru teir fyrireikaðir uppá áðrenn, og at teir alla tíðina skuldu halda eyga við vandamikla álopinum hjá NSÍ.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Pætur Dam Jacobsen sum Hilmar Jan Hansen gjørdi eftir dystin við Løkin í dag. Jóhan Thomsen hevur tikið samrøðuna upp.