Dystarendin og samanumtøka: Føroyar-Montenegro 25-25

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr spennandi dystarendan, og hoyr Gunnar Djurhuus taka samanum føroyska avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá seinastu spennandi og dramatisku løtuni, tá Føroyar og Montenegro spældu javnleik 25-25 í U20 EM-undankappingini í manshondbólti niðri í Schaffenhausen í Sveis. Føroyar vóru á odda 13-11 í steðginum, og førdu eitt skiftið 24-20, men tóku ikki av møguleikanum at fara við sigrinum. Ímóti dystarenda mundi alt farið í vaskið, tá Montenegro var á odda 25-24, og var í álopi.

 

Gunnar Djurhuus var viðmerkjari til frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen, og vit hoyra eisini Gunnar Djurhuus taka samanum tað føroyska avrikið.

 

Í morgin klokkan 16 spælir føroyska liðið ímóti Makedonia. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Hilmar Jan Hansen verður frásøgumaður, og Pole Hansen verður viðmerkjari.