Dystarfrágreiðing: Føroyar vístu seg væl fram ímóti donskum stjørnum

Danska stórfelagið, BSV, við Jóhan á Plógv Hansen á odda, revsaði eirindaleyst hvørt mistak, eftir at føroyska landsliðið hevði víst seg sera væl fram í venjingardystinum

Føroyar – BSV (16-14)

Har var góður hýrur og fitt av fólki í Høllini á Hálsi tá ið føroyska manslandsliðið skuldi spæla vinardyst ímóti danska stórfelagnum úr Bjerringbro og Silkeborg, BSV.

Høllin var í fullari stødd og leikararnir vórðu fagnaðir ein fyri og annar eftir, tá ið teir komu á vøllin. Størsta fagnaðin fekk høgri vongurin hjá BSV, Jóhan á Plógv Hansen, tá ið hann rann á vøllin.

Stjørna vantaði hjá BSV - fleiri føroysk avboð

Fleiri leikarar hjá BSV gjørdu í vikuni greitt fyri in.fo, at Føroyavitjanin var meira ein samansjóvingartúrur enn ein venjingarlega. Og teir tóktust eisini at taka sær nakað av løttum í kvøld. Serliga eyðsýnt var, at vongurin, Stefan Hundstrup, og spælskiparin, Sebastian Skube, ikki vóru til reiðar at spæla. Serliga var saknurin í slovenska spælskiparanum, Skube, sjónligur, tí at álopið hjá BSV var heldur stirvið ímóti einari væl skipaðari føroyskari verju.

Føroyska landsliðið saknaði møguliga eisini onkrar leikarar, tí at sjey útisetar høvdu ikki møguleika at koma heim at spæla dystin. Hetta gav møguleika til fleiri leikarar, ið ikki vóru við í farnu undankapping, og nú fingu møguleika at royna seg ímóti sera sterkari mótstøðu.

Tendraðir føroyingar

Og hesir tóktust tendraðir, bæði í verju og álopið. Eftir lítlari løtu var 2-0 til Føroyar eftir at Nicklas Selvig og Jónas G. Djurhuus høvdu skorað og Nicholas Satchwell hevði bjargað.

Liðini fylgdust at, og Peter Krogh vísti seg eisini væl fram við trimum málum á rað frá vinstra bakki – einum gjøgnumbrotið og tveimum dundurskotum úr fjarstøðu.

Á høgra bakki byrjaði Vilhelm Poulsen inni. Hann tóktist at finna seg væl til rættis í álopinum eins og hann dugdi væl at takkla 2,11 metra høga Nikolaj Markussen. Eitt nú fer ungi bakkurin at fegnast um eitt flott mál, har hann slapp fram við Michael Knudsen og skoraði trygt. Eisini hevði høgri bakkurin eina flotta fríspæling til Rógva Dal-Christiansen, ið eisini mundi vera nøgdur við ein fyrra hálvleik, har hann fekk tvey framúr mál fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum. Um hetta mundið øktu føroyingarnir eisini upp í trý mál, tá ið Nicklas Selvig avgreiddi skjótálop eftir at bólturin var vunnin væl í verjustøðu.

Høvdu tamarhaldið

BSV svaraði støðugt aftur, men føroyska álopið helt fram undir leiðslu av Jónasi G. Djurhuus. BSV minkaði fleiri ferðir niður í eitt mál, og seinastu løtuna fyri hálvleik forðaði Niklas Simonsen fyri at Jóhan á Plógv Hansen skuldi javna úr fríari støðu á høgra vongi. Løtu seinni endurtók málverjin kynstri. Hetta førdi til, at Sámal á Tjaldrafløtti við frálíkum langskoti kundi økja upp í 16-14 til Føroyar, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Hetta eftir ein hálvleik har ein hevði varhugan av, at BSV-leikararnir tóku sær nakað av løttum, men eisini at teir høvdu trupulleikar av flótandi álopsspælinum hjá føroyingunum. Venjarin hjá BSV, Peter Bredsdorff Larsen, segði eftir dystin at hann helt at føroyingarnir spældu flottan hondbólt og at hann væntar at Jónas G. Djurhuus fer at gerast ein stórur profilur í næstfremstu donsku deildini, har hann nú spælir við FIF.

Hildu fram í seinna hálvleiki

Føroysku leikararnir hildu væl fram í seinna hálvleiki og skjótt kundi Rói Berg Hansen gera støðuna til 17-14. BSV royndu framvegis at minkað um munin, men føroyingarnir hildu fast. BSV skifti málverja, og inn kom Kasper Larsen. Hann skuldi gera dystin truplan fyri føroyingarnar. Hann tók millum annað eitt lobbað brotskast frá Jónasi G. Djurhuus, men føroyski spælskiparin vann bóltin stutt eftir og sendi hann í tómt mál til 19-17 til Føroyar. Eftir at góðir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki framdi Niklas Simonsen enn eina góða bjarging frá vonginunum áðrenn Peter Krogh gjørdi støðuna til 20-17 við enn einum kanónskotið.

Donsku stjørnurnar rakna við

Men góða gongdin fekk ein enda. Føroyingarnir skiftu - sum ætlað - nógv út, og mistu nakað av rútmuni í spælinum. Samstundis tóktust mótstøðumenninir at leggja meira fyri, og brádliga høvdu teir fingið fýra mál á rað og lagt seg á odda 20-21. Føroyar javnaðu við einum merkisverdum málið, tá ið bólturin var lagdur upp í loft til Leiv Mortensen á vinstra vongi. Flúgvarin var ov høgur, men ungi vongurin, ið spældi sín fyrsta landsdyst, leyp himmalhøgt upp í loft og fekk onkursvegna førka hann í málið innanfyri málverjan, ið ikki heilt var greiður um hvat var hent.

Jóhan avger dystin

Munurin var varðveittur til at einir 12 minuttir restaðu í. Tá var tað ein annar føroyskur vongur, ið fór at vísa seg fram – og hann spældi við BSV.

Fyrst skoraði Jóhan á Plógv Hansen trygt brotskast, og næsta minuttin setti hann tvær ferðir bóltin í tómt føroyskt mál, so at støðan gjørdist 23-27.

Føroyar steðgaðu púrasta upp í álopinum, tveittu bóltar burtur og brendu ímóti málverjanum. Serliga sigandi var ein løta, tá ið trý føroysk dundurskot á rað brustu í annaðhvørt stengurnar ella málverjan. Í staðin kundi BSV, við Jóhan á Plógv Hansen á odda økja heilt nógv um munin, so at endaliga úrslitið gjørdist 25-33. Tað kundi eisini verið størri munur, men Niklas Simonsen bjargaði bæði brotskasti og vongskoti frá Jóhan á Plógv Hansen. Føroyski heimsmeistarin segði við in.fo eftir dystin, at hann var glaður fyri at Niklas Simonsen ikki stóð allan dystin, tí heimsmeistarin hevði tað trupult av kvívíkinginum, ið ger seg til reiðar at spæla enn eitt kappingarár við Tønder í donsku 1. deild.

Fingu gott burtur úr dystinum

Endaliga úrslitið, 25-33, lýsti ikki heilt dystin. Føroyingarnir spældu væl fyrstu trý korterini, og hava óivað fingið nógv at fegnast um. Ikki allir leikarar vóru eins nøgdir við síni avrik, men yvirhøvur var hetta ein dystur, ið føroyska landsliðið hevur fingið væl burtur úr. Nógvir leikarar sluppu at royna seg ímóti sterkari mótstøðu, og allir sum ein fingu teir víst seg væl fram fyri bæði mongu føroyingunum í høllini, venjaratoyminum, og stóru stjørnunum úr BSV.