Dysturin í Gøtu er aftur útsettur

Hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB, sum var ásett at vera í kvøld, er útsett til í annaðkvøld

Tað gongur illa at fáa seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB avgreidda. Fyrr í summar bríkslaði dómarin dystin av, tí tað var ikki veður at spæla, og nú spælir veðrið aftur hálvfinaluni eitt puss.

 

Tað verður eingin fótbóltsdystur í Gøtu í kvøld. Tað hevur kappingarnevndin hjá FSF gjørt av í morgun. Talan er um seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

 

Orsøkin er tann, at tað verður sagt frá eitt sindur av vindi í kvøld, og ættin er soleiðis, at tað kann fara at vera ivasamt, hvussu tað verður við fótbóltslíkindunum í Sarpugerði. Dysturin er útsettur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið 23. august, klokkan 17.30. Í annaðkvøld verður tað væl minni vindur, enn tað verður í kvøld.

 

Avgerðin um at útseta hálvfinaluna í eitt samdøgur ber við sær, at dystirnir hjá Víkingi og HB í 20. umfari í landskappingini vera útsettir frá mánakvøldinum og til týskvøldið. Teir dystirnir eru NSÍ – HB og B36 – Víkingur.