Eitt ár eftir at nýggja telefyrtøkan Alnót tók upp samráðingar við Føroya Tele um at leiga seg inn á fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele, hevur Fjarskiftiseftirlitið nú skorið ígjøgnum í málinum og ásett prísin, sum Alnót skal gjalda Føroya Tele fyri at brúka fjarskiftiskervið.
Soleiðis eru tey formellu viðurskiftini viðvíkjandi atgongd til fjarskiftiskervið nú komin upp á pláss, og hjá Alnót er tískil bert eftir at keypa røttu útgerðina og fáa fyritøkuna skipaða, áðrenn farast kann undir at bjóða fjarskiftistænastur út til føroyingar.
Alnót hevur fyrr boðað frá, at fyritøkan í fystu atløgu fer at bjóða út internetsamband.
Alnót bað um avgerð
Alnót er ikki tann fyrsta fyritøkan, ið sleppur at leiga seg inn á fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele, men hetta er fyrsta ferðin, at Fjarskiftiseftirlitið hevur verið noytt at skorið ígjøgnum og avgjørt málið.
Føroya Tele er samsvarandi lógini um fjarskifti bundið at loyva øðrum loyvishavandi útbjóðarum at leiga seg inn á sítt kervið. Hetta skal gerast fyri ein prís, sum Føroya Tele og hin útbjóðarin kunnu koma ásamt um.
Tað royndu Alnót og Føroya Tele, ið høvdu sínar fyrstu samráðingar í august mánaði í fjør. Men partarnir kundu ikki semjast, og í november heitti Alnót á Fjarskiftiseftirlitið um at royna semju í málinum. Tað varð so gjørt, men áðrenn tað kom til semju, bleiv tolið hjá Alnót uppi, og fyritøkan heitti á Fjarskiftiseftirlitið um at avgera málið.
Sambært lógini um um fjarskifti, skal Fjarskiftiseftirlitið taka eina avgerð, um so er at annar av pørtunum í einari slíkari trætu biður um tað.
Minuttprísurin ásettur
Talan er um eina rættiliga fløkta avrokningarskipan millum telefeløgini, men tað mest avgerandi er tann minuttprísur, sum Alnót skal gjalda Føroya Tele fyri nýtslu av telefonkervinum.
Her valdi Fjarskiftiseftirlitið at áseta prísir, ið lógu nærri at prísuppskotinum hjá Alnót enn hjá Føroya Tele. Avgjørt varð, at fyri at brúka fasta telefonkervið hjá Føroya Tele, skal Alnót gjalda 7,7 oyru um minuttin í dagtaksti og 4,8 oyru um minuttin í kvøldtaksti. Harafturat skal uppringingargjald á 10 oyru gjaldast fyri hvørja uppringing.
Hetta merkir, at tá Alnót fer at bjóða út internetsamband, skal fyritøkan gjalda Føroya Tele ávikavist 7,7 oyru og 4,8 oyru til Føroya Tele fyri hvønn minutt ein kundi hjá Alnót eru á netinum.
Men tá er bert goldið fyri nýtslu av telefonkervinum í Føroyum. Størsti parturin av tí, ið er atkomiligt ígjøgnum internetið, liggur á servarum uttan fyri Føroyar, og tá er neyðugt hjá Alnót at gjalda fyri at brúka fjarskiftiskervið millum Føroyar og meginlandið.
Her kann nýggja telefyritøkan velja annahvørt at gera avtalu við Føroya Tele um at leiga seg inn á kapasitetin hjá føroyska fjarskiftisveitaranum, ella sjálv at leiga kapasitet á til dømis Cantat kaðalinum frá onkrum útlendskum veitara.
Alnót kappingarførar treytir
Á Fjarskiftiseftirlitinum verður mett, at Alnót við avgerðini hevur fingið neyðugu fortreytirnar fyri at taka kappingina upp við Føroya Tele, bæði innan internet og eisini innan onnur sløg av fjarskiftistænastum, eitt nú uttanlandstelefonsamrøðum.
Føroya Tele tekur sum er 15 oyru um minuttin í kvøldtaksti fyri vanligt uppringt internetsamband. Skal Alnót bjóða slíkt internetsamband út, skal fyritøkan fyrst gjalda Føroya Tele 4,8 oyru um minuttin fyri nýtslu av føroyska fjarskiftiskervinum umframt eitt ávíst gjald fyri at nýta fjarskiftiskervið úr Føroyum til umheimin.
Við hesum burdi tað borið fyritøkuni til at bjóðað kappingarførar prísir í mun til Føroya Tele.
Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, segði fyrr í summar, at Føroya Tele uttan iva fer at lækka prísin fyri uppringt internetsamband, tá kapping verður um viðskiftafólkini.
Sum er er Føroya Tele einasti veitari av uppringdum internetsambandið. Onkur onnur fyritøka veitir fast internetsamband, men hesar tænastur eru mest ætlaðar fyritøkum.
Broytingar eru farnar fram í eigaraviðurskiftunum í telefyritøkuni Alnót, og í hesum sambandi er søkt eftir nýggjum stjóra. Hesin er ikki settur enn.
Sum skilst er tað væntandi, at Alnót fer at bjóða fjarskiftistænastur út í fyrsta lagi tíðliga komandi ár.