Dysturin í Vági verður avgerandi

Atli Petersen, sum skeyt fyrra ÍF-málið móti B36 ivaðist ikki, tá vit spurdu hann, hvønn týdning sigurin á B36 hevði fyri teirra viðkomandi.
- Hatta hevði alt at siga. Allir sum ein vistu vit, at talan var um ein »vind eller forsvind«-dyst. B68 og VB/Sumba spældu jú móti hvørjum øðrum, og tí vistu vit, at annar av teimum fekk stig. Tí vóru vit tvingaðir at vinna, og tað eydnaðist tíbetur eisini.
Og lagið er gott eftir dystin, kunnu vit ætla?
- Tað skal eg ikki klaga um. Í øllum førum hava vit framvegis allar møguleikar at avgera alt sjálvir. Mikukvøldið spæla vit umaftur móti GÍ, og vinna vit tann dystin, eru vit ájavnir VB/Sumba, tá vit fara suður. Tá verður talan so av álvara um dyst fyri yvirlivan, og tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki missa nakrar mans mikukvøldið, sigur Atli.
Við hesum sipar hann til, at tað nú eru fleiri spælarar hjá ÍF, sum eru hóttir av leikbanni. Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen, Alexandar Jovevic og Fritleif í Lambanum eru allir bert eitt gult kort frá leikbanni, og til júst tann dystin er helst ikki ráðiligt at vera nakran teirra fyriuttan.